Trøllont merkt í Fraklandi er funnin aftur á Eiði

Ringmerking av fuglum er ein týdningarmikil háttur at læra meira um flytingina og demografiina hjá fuglum. Nógv ymisk sløg av merkjum verða nýtt. Tað klassiska merkið er ein metalringur um beinið á fuglinum, men slík merking kann bert lesast, tá ið fuglurin verður fangaður ella er deyður. Litmerkingar kunnu harafturímóti lesast úr fjarstøðu, antin bert sum litir, ella kombinera við bókstava- og talkodum, og harvið kann sami fuglurin eygleiðast fleiri ferðir, og kanska gjøgnum fleiri ár. Við tað at antarfuglur fyri tað mesta er á vatninum, er ringmerking um beinið ikki víðari effektivt. Av tí sama eru tað nakrar verkætlanir, ið festa merkini á nevinum á antarfuglum (Hetta er ikki ein møguleiki hjá øðrum fuglasløgum!).

Ein av hesum verkætlanum merkir nógvan antarfugl uttanfyri býin Nantes í Fraklandi. Her merkja teir millum annað trøllentir. Ein tílík trøllont, merkt tann 9. januar í 2019 við Saint Philbert de Grand Lieu, varð eygleidd tann 6. novembur í 2022 við Niðaravatn á Eiði.

Hendan trøllont hevur verið eygleidd tvær ferðir fyrr, báðar ferðir í 2019. Longu tríggjir mánaðir aftaná fuglurin varð ringmerktur, varð hann eygleiddur í Østensjøvannet í Oslo – hetta tann 9. apríl 2019. Í desembur sama ár varð hann aftur eygleiddur á merkingarstøðini í Saint Philbert de Grand Lieu. Man hevur onga vitan um, hvar hann síðan hevur verið, fram til eygleiðingina á Niðaravatnið á Eiði hin 6. novembur 2022.

Sambært Færøsk Trækfuglatlas (Sjúrður Hammer et al., 2014) er bert ein merkt trøllont eygleidd  í Føroyum áður. Tað var tann 29. august í 2009, somuleiðis á Eiði. Eisini hesin fuglurin varð merktur við Saint Philbert de Grand Lieu! Hetta er rættiliga áhugavert, av tí at flestu fuglarnir sum eru merktir við Saint Philbert de Grand Lieu, flyta seg ikki stórliga og síggjast oftast aftur í Fraklandi ella í grannalondunum (A. Tableau et al., Movement pattern of diving ducks Athya sp in western Europe. Wildfowl 72,84-97, 2022), hóast at tað eru nakrir fáir fuglar, ið flyta seg millum 300 og 1000 km (M.L. Courlay-Larour et al., Movements of wintering diving ducks: new insights from nasal saddled individuals, Bird Study 59, 266-278, 2012). Hesir báðir fuglarnir eru tó funnir aftur umleið 1700 km frá har teir vóru merktir, og hava tískil flutt seg nógvar ferðir longur enn flestu aðrar franskar trøllentir.