Bird Sounds Global hevur sent ein fyrispurning um at fáa hjálp frá fólki í Føroyum, sum hava neyðugan førleika, at royna at eyðmerkja hvør fuglur tað er, sum letur á upptøkum.
Í Føroyum hava vit eitt LIFEPLAN ljóðupptøkustað, og nakrar ljóðupptøkur eru komnar inn. Fyri at kunna víðari útvikla sjálvvirkjandi ljóðidentifiseringarnar av fuglasløgunum í Føroyum og Evropa, er tó neyðugt við meira data.
Nýggj grein innan sjálvvirkna ljóðidentifisering av fuglum kann lesast her: Domain-specific neural networks improve automated bird sound recognition already with small amount of local data.
Fín frágreiðing til identifisering av ljóðupptøkunum finst her: https://bsg.laji.fi/identification/instructions
Um tit hava hug og førleikar at hjálpa til, hevði tað verið ein stór hjálp 🙂
