Úrslit frá Global Big Day 14. mai 2022

Stóri fuglatejingardagurin var leygardagin 14. mai. Tað eru eBird og Cornell universiteti í USA, ið eru høvuðsfyriskiparar av hesum degi. eBird er ein dátabasi, har øll kunnu skráseta sínar fuglaeygleiðingar. Runt heimin hava 51455 fólk skrásett sínar eygleiðingar fyri 14. mai, og 7673 sløg vóru sædd hendan eina dagin.

Føroyar er ein lítil, men týðandi partur av hesum fuglatejingum, av tí at vit liggja mitt úti í Atlantshavinum. Í Føroyum skrásettu 9 fólk sínar eygleiðingar í eBird, og tey sóu samanlagt 62 fuglasløg. Flestu sløgini vóru skrásett í og runt Sandsvatn (30 sløg), í Sandavági (24 sløg), og á Eiði (19 sløg). Tað vóru tjaldur, æða og stari sum vóru skrásett á flest støðum runt Føroyar. Teir mest sjáldsamu fuglarnir, ið vóru eygleiddir vóru:

– tvær høvuðreyðar ontir, ein í Sandsvatni og ein við Vatnsoyrar. Tann seinna hevur verið í økinum í nakrar dagar.

– ein æðukonga bøga (á myndini) sædd í Kirkjubø. Hendan hevur verið í økinum í meir enn ein mánaða.

Harumframt var eisini tannont, helsigás, reyðspógvi og helsareyði eygleidd.

Tríggjir persónar eygleiddu meira enn 40 sløg hendan dagin. Næstan 3000 einstakir fuglar vóru taldir (umframt eitt stórt tal av fugli, ið var bólka saman, men ikki talt).

Vit vilja fegin takka øllum, ið hava tikið lut í stóra fuglateljingardegnum!