Virksemi

Endamál felagsins:

  • At verja føroyskar fuglar og teirra búøki
  • At stimbra áhuga í fugli, lívfrøðiligum margfeldi og náttúru sum heild

 

Høvuðsvirksemi

  • Menna almennu vitanina um og áhuga fyri fugl við skeiðum, túrum, fyrilestrum og øðrum tiltøkum
  • Økja almennu tilvitskuna tá viðvíkur støðuni hjá føroyskum fuglasløgum og teirra livikorum
  • Viðmerkja og gera tilmælir í samband við lógarsmíð og annað alment virksemi við tí fyri eyga at tryggja góðar umstøður hjá føroyskum fugli og náttúru
  • Tosa fyri verju av økjum í Føroyum, sum hava avgerandi týdning fyri fugl og náttúru
  • Framleiða tilfar um fugl, sum kann nýtast í almennum útbúgvingar- og upplýsingarhøpi
  • Ráðgeva fólki eftir besta førimuni um, hvussu farast skal um fugl og náttúru
  • Stuðla gransking og verkætlanir, sum kveikja vitan um fugl í Føroyum