Lógin um Kenneth Williamson fuglagrunnin

Navnið á grunninum er: Kenneth Williamson fuglagrunnurin.

Dómsnevndin í grunninum telur tríggir persónar við granskingarførleikum. Nevndin í Føroya

Fuglafrøðifelag stendur fyri at velja umboðini í dómsnevndini.

Um persónur í dómsnevndini er samstarvsfelagi í eini umsókn, verður hesin persónurin ikki við í viðgerðini av viðkomandi umsókn. Um neyðugt, kann nevndin í Føroya Fuglafrøðifelag velja ein eykalim, sum kann taka lut í metingini av slíkum umsóknum.

Meirilutasemja skal avgera, hvør umsókn, ið fær stuðul, tó í mesta lagi 5-10 umsóknir um árið. Dómsnevndin kann geva eina yvirskipaða grundgeving til umsøkjaran, um noktandi svar er givið uppá umsóknina.

Freistin at søkja stuðul er tvær ferðir um árið, tann 15. mars og 15. september, og umsóknir verða síðani viðgjørdar av dómsnevndini.

Stuðulsupphæddin er einans endurgjald til ferðing og/ella uppihald í samband við fuglagransking ella vistfrøðiliga gransking, sum hevur týdning fyri føroyskt fuglalív. Í mesta lagi DKK 5.000 kunnu útgjaldast til einstaka verkætlan. Stuðulin fevnir ikki um útreiðslur til løn ella samsýning, ei heldur verður keyp av útgerð stuðla.

Um ikki teir játtaðu pengarnir verða nýttir samsvarandi umsóknini ella lóginum fyri grunnin, vil upphæddin verða kravd afturgoldin.

Um avgerð at niðurleggja grunnin verður einmælt samtykt av nevndini í Føroya Fuglafrøðifelag, verður ræði av eftirliggjandi peninganøgd flutt til Føroya Fuglafrøðifelag ella annan felagskap við náttúruvernd sum aðalmál.

Umsóknir skulu sendast til fuglafrodifelagid@gmail.com, og merkjast við heitinum “Umsókn KW fuglagrunnurin” í evnisteiginum.

 

Vegleiðing og treytir til umsøkjarar:

– Grunnurin skal viðurkennast av teimum avrikum, sum standast burturúr (uppsløg, framløgur, frágreiðingar ella greinir).

– Stuðul verður givin undir fatan av, at neyðug loyvi til granskingina eru fingin til vega (loyvi frá jarðareigara, ringmerkingarloyvi og tílíkt).

– Umsøkjari skal verða fulltíðar lesandi á hægri lærustovni ella virkin granskari innan seinastu tvey árini.

– Granskingarverkætlanin skal verða staðsett í Føroyum, ella skal so nógv sum gjørligt verða førleikamennandi fyri føroyskan fuglafrøðing ella granskara. Verkætlanin skal tí, um tað er gjørligt, gerast í samstarv við føroyskan granskara ella stovn, og verða hesar verkætlanir raðfestar.

– Verkætlanin skal fevna um eitt samstarv við viðurkent fuglasetur ella lærustovn.

– Arbeiði skal leggjast fram í Føroyum sum antin framløga, bloggutekstur ella fólkavísindalig grein, sum ískoyti til, at arbeiði so frætt møguligt skal gevast út í vísindaligum tíðarriti.

 

Fyrimunir:

Umsøkjarar, sum eru limir í Føroya Fuglafrøðifelag, hava fyrimun fram um onnur.


Umsóknin skal innibera:

– Bakstøði og førleikar hjá umsøkjaranum.
– Endamál og ætlan við verkætlanini.
– Eina lýsing av tí ætlaða nýggja kunnleikanum, ið hendan granskingarverkætlanin vil geva.
– Eina grundgeving fyri, hvussu verkætlanin møguliga fremur fugla- ella vistfrøðiliga vernd í Føroyum. – Eina lýsing av samstarvsfeløgum og teirra førleikum.
– Váttan og kontaktdetaljur frá føroyskum ella útlendskum samstarvsparti ella vegleiðara.
– Høvuðsteksturin í umsóknini skal verða í mesta lagi 2 síður, men hjáløgd skriv kunnu nýtast.

 

Nevndin í Føroya Fuglafrøðifelag

Regulations for the Kenneth Williamson Bird Fund

Name of the fund: The Kenneth Williamson Bird Fund.

The evaluation committee of the Kenneth Williamson Bird Fund is comprised of three people with research qualifications and skills. The board of Føroya Fuglafrøðifelag (Birdlife Faroes) are responsible for choosing the evaluation committee.

In case a member of the evaluation committee is a co-applicant on an application, he or she will be excluded from the processing of the relevant application. If necessary, the board of Føroya Fuglafrøðifelag can choose a proxy to help process any such applications.

Approval of an application is decided by majority agreement, however no more than 5-10 applications will be approved per year. On request, the evaluation committee can give a general reasoning for any declined applications.

Applications will be processed twice annually, and the time-limits for sending in applications are 15. March and 15. September, after which the applications will be reviewed.
The grant only covers reimbursement for travels and/or accommodation in connection to bird- or ecological research relevant for the Faroese bird life. A maximum of 5000 DKK can be granted for each project. Any wages or commissions are not covered, nor purchases of equipment. In case the grant is not used according to the application or the regulations for the fund, the full amount will be demanded refunded.

If a unanimous decision is made by the board of Føroya Fuglafrøðifelag to disband the fund, the control of the remaining wealth will be transferred to Føroya Fuglafrøðifelag or a similar organization with the protection of nature as its main goal.

Applications are to be e-mailed to fuglafrodifelagid@gmail.com, with the subject line “Application for the KW Bird Fund”.

Instructions and conditions for applicants:
– The fund must be acknowledged for any work that the research project ensues (posters, presentations, reports or articles).

– Any grant is dependent on the necessary permissions for the research project being obtained (concessions from landowners, ringing permits etc.).

– The applicant must be a full-time student at a higher learning facility or an active researcher within the last two years.

– The research project must be carried out in the Faroe Islands, or at least to some extent nourish further skill developments of Faroese ornithologists or researchers. The research project must therefore, if possible, be conducted in cooperation with a Faroese researcher or institution, and such projects will have the highest priority.

– The research project must include a cooperation with an acknowledged ornithological institute or educational institution.

– The work must be presented in the Faroe Islands as a presentation, blogpost or a popular science article as a supplement to the work being published in a scientific journal, whenever feasible.

 

Advantages:
Applicants, who are members of Føroya Fuglafrøðifelag, will be favored over other applicants.

 

The application must include:
– Background and qualifications of the applicant.
– The aim and purpose of the project
– A description of the intended new knowledge the research project will provide.
– Argumentation for how the project can further bird- or ecological protection in the Faroe Islands.
– A description of collaborators and their qualifications.
– Attestation and contact details for Faroese or foreign collaborators or supervisors.
– The main text of the application must not exceed 2 pages, but enclosed documents can be used.

 

The Board of Føroya Fuglafrøðifelag