Aðalfundur 13. mars

Vit vilja hervið bjóða tykkum til tann altíð hugnaliga aðalfundin hjá Føroya Fuglafrøðifelag leygardagin 13. marts kl 14:00 á Havstovuni, Nóatún 1.
Vit vóna at síggja nógvir limir, nýggir sum gamlir, og vænta, at dagurin verður áhugaverdur og hugnaligur.

Skráin sær soleiðis út:

Kl. 14:00 Almennar framløgur:
· Jón Aldará: Ringmerkingarárið 2020
· Diana Krossá Kongsbak: Afturlit á fuglateljingina í 1981 – færri fuglar í 2020
· Sjúrður Hammer: Hvussu nakrir fjarðar kunnu læra okkum nógv um skúgvin

Kl. 14.45: Kaffisteðgur

Kl. 15.00: Aðalfundur
· Frágreiðing frá virki felagsins í farna ári.
· Framløga av roknskapi
· Val av nevndarlimum
· Val av grannskoðarum
· Ásetan av limagjaldi
· Ymiskt

Limir, ið ikki hava møguleika at koma til fundin, kunnu fylgja við fundinum og framløgunum á beinleiðis stroyming. Lýst verður nærri við hesum seinni.
Eftir aðalfundin verður ársveitsla kl. 19.00. Kostnaðurin fyri ársveitsluna er 200 kr, og neyðugt er við tilmelding. Freistin at tekna seg til ársveitsluna er mikudagin 10. marts á fuglafrodifelagid@gmail.com.