Kenneth Williamson Fuglagrunnurin

KENNETH WILLIAMSON FUGLAGRUNNURIN

Fuglafrøðifelagið hevur nýliga sett á stovn ein fuglagrunn, Kenneth Williamson Fuglagrunnurin, ið hevur sum aðalmál at styrkja vitan og gransking um føroyskt fuglalív. Fuglagrunnurin skal gera tað gjørligt hjá útlendingum sum ynskja at hjálpa ella standa fyri gransking í føroyska fuglalívinum, at koma higar og fáa ein part av ferðing og uppihaldi endurgoldið. Eisini vilja vit at grunnurin skal gera tað gjørligt hjá føroyingum at søkja stuðul til at fáa endurgoldið ferð og uppihald í samband við førleikamenning innan fuglagransking uttanlanda, so sum ringmerking og annað feltarbeiði.
Til ber at søkja um stuðul 2 ferðir árliga, 15 mars og 15 septembur. Lesast kann meira um stuðulsupphæddir, mannagongd at søkja stuðul og treytir á leinkjinum omanfyri:
Heipip DSC_7195