Stórur valmási - Larus hyperboreus
Lítil valmási - Larus glaucoides
Í Føroyum eru 16 másasløg skrásett og koma tey úr Norðuramerika, Suður- og Eysturevropa og úr arktiska økinum. Tað krevur nógvar royndir at kenna ymsu másasløgini frá hvørjum øðrum. Hjá størru másasløgunum tekur tað 5 ár, áðrenn teir fáa heilt vaksnan búna. Sostatt má man fyri hvørt av teimum stóru másasløgunum læra seg 5 ymiskar búnar, og serliga ungu másarnir líkjast rættiliga nógv.
Valmási og lítil valmási eru tvey ymisk másasløg, sum tó líkjast rættiliga nógv. Lítli valmásin verður av summum eisini nevndur íslandsmási. Bæði sløgini koma til Føroya í vetrarvist. Summi ár eru nógvir at síggja í Føroyum, og summi ár bara fáir fuglar. Eitt nú var størsta innrás sum man veit um frá januar til mars í 2012, tá meira enn 4000 stórir og lítlir valmásar vóru sæddir kring landið.
Stórur valmási eigur um alt arktiska økið, umframt í Íslandi. Tað er ein stórur og prúður fuglur, sum í skapi kann minna um svartbak, meðan lítil valmási eigur í Arktis í Norðuramerika. Lítil valmási er minni og mjáari, við longri flogfjaðrum.
At valmásarnir hoyra til í Arktis er eyðsýnt, av tí at teir eru sera ljósir, uttan nakran svartan lit á flogfjaðrunum, og tað er gjøgnumgangandi so, at fuglarnir í arktiska økinum eru ljósari enn fuglarnir her hjá okkum. Ungir valmásar eru rómalittir og eitt sindur sprøklutir, men nógv ljósari enn fiskimása- og svartbakaskurðar. Í øðrum vetrarbúna kunnu teir gerast næstan snjóhvítir, og eru sera vakrir.
Nú í vetur hevur verið heilt fitt av valmása og lítlum valmása at síggja, m.a. hava meira enn 100 fuglar hildið til við Havsbrún í Fuglafirði. Valmásarnir amast ofta uppií øðrum másasløgum við fiskavirki, og har másar ofta halda til. Eisini er vanligt at síggja valmásar við trolarar, sum fiska norðanfyri og vestanfyri Føroyar, á heysti og á vetri.
Lítil valmási í Grønlandi hevur púra hvítar flogfjaðrar, meðan stovnarnir í Arktis Kanada ofta hava grátt ella svart mynstur á flogfjaðrunum. Eisini kanadiska litfrábrigdið er javnan at síggja í Føroyum, og hetta undirslagið verður nevnt kumliensmási.
Lítil valmási etur ymiskan fisk, so sum tosk, lodnu og nebbasild, og tvískeljar, gággur, igulker, krossfiskar, krabbar og krabbadýr, umframt nakað av plantum og tara.
Stórur valmási etur í høvuðsheitum tað sama sum lítil valmási, men leitar sær oftari føði nærhendis trolarum og flakavirkjum, og er sum heild meira ráksnúgvin.