Tjaldursgrælingur - Arenaria interpres
Tjaldursgrælingur er ein heldur lítil, men prúður, fuglur. Navnið kann kanska lumpa eitt sindur, men tjaldursgrælingur er als ikki í ætt við tjaldur, og líkist heldur ikki tjaldri. Tó síggjast tjaldursgrælingar og tjøldur ofta saman, tá tey leita sær føði við sjóvarmálan. Á flogi hava bæði hvítt eftir bakinum og hvíta ál út eftir veinginum, men tjaldursgrælingur er væl minni, hevur stutt nev og bein og er meira sprøklutur.
Ei heldur er tjaldursgrælingur í ætt við vanligar grælingar av calidris ættini, so sum fjallmurru, sandgræling og grágræling, sum allir eru mjáari við longri nevi.
Tjaldursgrælingur er vanligast at síggja í Føroyum á vetri, tó at hendinga fuglar eru í Føroyum alt árið. Hesir eru tó sannlíkt ungar frá árinum fyri, sum ikki reiðrast. Í Føroyum eru fleiri tjaldursgrælingar skrásettir, sum eru ringmerktir á Ellismere Islands í Norðurkanada. Fuglarnir vóru merktir næstan 600 km norðanfyri Thule í Grønlandi. Teir eru sostatt ímillum tey fuglasløgini, sum eiga norðast í øllum heiminum.
Tjaldursgrælingur hevur ein summarbúna og ein vetrarbúna, og eru hesir rættiliga ymiskir. Tjaldursgrælingur í vetrarbúna er javnt grábrúnsprøklutur um høvd og yvirsíðu, hevur brúnsvarta bringu og hvíta undirsíðu. Við veingjafestið og eftir bakinum eru hvítar álir, sum hann varðveitir í øllum búnum. Beinini eru fittliga stutt og appilsingul.
Vanligast er at síggja fuglarnar í vetrarbúna, men í mai mánaða, áðrenn fuglarnir fara norður til búplássini, og tíðliga á heysti, tá fuglarnir koma aftur av búplássunum, ber til at síggja tjaldursgrælingar í litfagra og stásiliga summarbúnanum. Í summarbúna hevur tjaldursgrælingurin tvílítt rustreyða og svarta yvirsíðu og svart og hvítt høvd. Um bringuna hevur hann breiðan svartan kraga og undirsíðan er hvít.
Tjaldursgrælingur sæst oftast við sjóvarmálan, men leitar sær eisini føði á góðum bøi, og kann koma inn í urtagarðar, har fólk geva smáfuglunum at eta, serliga um tað er nógvur kavi og kalt. Hann etur flugur og ormverur, smákykt og plantur. Í Føroyum sæst hann ofta nærhendis fiskavirkjum, har hann etur fiskaleivdir.
Latínska navnið er Arenaria interpres. Arenaria sipar til, at tjaldursgrælingurin livir á strondini, meðan interpres sipar til látið, sum fuglar varskógva við, tá teir kenna seg hóttan.