Jarðarkona

Jarðarkona – Rallus aquaticus

Jarðarkonan er sera kvørkvisin og varin fuglur, og er meistari í at kasta hvørvi á seg. Í stødd er hon eitt sindur størri enn ein stari, tó við nógv longri beinum og nevi. Hon er ein sera vakur fuglur við blágráari bringu og undirsíðu, og hevur bjart reytt nev, svart- og hvítríputar liðir og svart- og brúnsprøkluta yvirsíðu. Velið peikar ofta beint upp í loft, og er brúnt við hvítum undirvelfjaðrum.

 

Jarðarkona heldur til í veitum og mýrulendi og henni dámar væl at hava síðan plantuvøkstur at fjala seg í. Hon etur ormar, sniglar, smákykt í bæði vatni og á landi, umframt rækjur og smáar fiskar.  Verður hon skøkk, kemur hon ikki undan aftur í bræði. Hon fer sjáldan á flog, tá hon varnast fólk, og sæst oftast bert eitt stutt bil, meðan hon rennur í veitini at fjala seg. Tá jarðarkona rennur burtur, kann hon nærum minna um eina rottu, men er eyðkend við hvítu undirvelfjaðrunum og loddrætta velinum. Jarðarkona hevur eitt gjøgnumtreingjandi, pínufult lát, og ljóðar mest sum ein stungin grísur; har av eisini íslendska navnið keldusvín.

 

Jarðarkona eigur um stóran part av Evropa og eystureftir. Í Íslandi, og kanska eisini í Føroyum, var eitt serstakt undirslag, Rallus aquaticus hibernans, ið var ljósari enn evropeiska undirslagið. Íslendski stovnurin er mettur at vera avoyddur, helst orsaka av rottu og amerikonskum minki, sum hava fest búgv og eru til stóran skaða fyri jarðarkonuna. Orsakað av, at jarðarkona rennur burtur at fjala seg heldur enn at flúgva burtur, og dúvar uppá at kasta hvørvi á seg sum verju, verður hon ofta tikin av kettu.

 

Jarðarkona hevur mest sannlíkt átt í Føroyum, tildømis kundi hon hoyrast í hólmanum á Eiði alt summarið, áðrenn fótbóltsvøllurin var gjørdur. Nú eru tó fá lágtliggjandi mýrulendi og vátlendi við síðum mækjuvøkstri eftir her á landi, og tí er jarðarkona helst útdeyð sum búfuglur í Føroyum, vegna vantandi hóskandi búøki. Tó er hon framvegis regluligur ferðafuglur og vetrargestur, og millum annað hava tveir fuglar í vetur hildið til í tí, sum eftir er av hólmanum á Eiði.