Arbeiðsbólkar

Samstarv

  • Samstarvsbólkurin skal røkja sambandið við innanlands og útlendskar samstarvsfelagar. Hesir eru serliga FNU, Ringrás, Veðurlagslóg nú, BirdLife International og BirdLife Norden bólkurin, DOF, Fuglavernd og RSPB. Eisini skal bólkurin samskifta við grunnar og onnur, ið hava áhuga í at fíggja náttúruverju.

 

Túrar og tiltøk

  • Hesin arbeiðsbólkurin hevur sum endamál at:
    • Koma við uppskotum um tiltøk, sum kunnu vera gevandi, stuttlig og upplýsandi fyri almenningin.
    • Skipa fyri fuglatúrum, bæði fyri limir og almenningin.
    • Skipa fyri fyrilestrum, orðaskiftum o.tíl. við bæði føroyskum og útlendskum fyrilestrahaldarum.
    • Skipa fyri felags tiltøkum í samstarv við onnur feløg, stovnar, kommunur ella onnur.
    • Skipa fyri skúlavitjanum, stovnsvitjanum ella vitjan á virkjum við upplýsandi tiltøkum um fuglalív.

Náttúruvernd

  • Hesin arbeiðsbólkurin stendur fyri at orða yvirlit, frágreiðingar og ætlanir, sum hava við fugl og náttúruvernd at gera, og royna at samstarva við myndugleikum (stjórn og kommunur) og stovnum (serliga Umhvørvisstovan) fyri at fáa sett í verk ymiskar ætlanir.

Hetta arbeiði fevnir um, men er ikki avmarkað til:

  • At gera yvirlit yvir øki, ið kunnu hava serligt náttúruvirði (fuglar, plantur, jarðfrøði, nátturuslag, osv.)
  • At arbeiða fyri, at økir við serligum náttúruvirðum verða vard ímóti inntrivum.
  • At útpeika hóttanir ímóti ávísum náttúruøkjum ella djórasløgum.
  • At arbeiða fyri at minka og burturbeina hóttanir ímóti fuglum ella øðrum náttúruvirðum sum heild í landinum ella í serligum økjum. Hetta fevnir um hóttanir frá innræsnum sløgum og óynsktum grundfestum sløgum, herundir rotta og mýs.
  • At gera yvirlit og frágreiðingar um ávís fuglasløg, tildømis í samband við ein Reyðlista
  • At arbeiða fyri, at náttúruvernd og burðardygd í størri mun verða tikin við í lógarverkið og løgfrøðiligu mannagongdirnar í Føroyum, og at ein virkin og sterk náttúrufyrisiting verður sett á stovn.

 

Fuglanøvn

  • Hesin arbeiðsbólkurin hevur til enamál at:
    • Fáa sett føroysk slagheiti á flest møgulig fuglasløg kring heimin
    • Endurskoða føroysk fuglanøvn, ið eru mett at verða heldur óheppin
    • Endurskoða føroysk fuglanøvn, um broytingar í systematikkini føra við sær, at undirsløg verða býtt sundur í egin sløg; at sundurskild sløg verða sligin saman til eitt slag, ella aðrir broytingar, ið føra við sær, at tað er hóskandi við eini navnabroyting