NÚ ER AFTUR TÍÐ AT SØKJA STUÐUL TIL GRANSKING ÚR KENNETH WILLIAMSON FUGLAGRUNNINUM 👩‍🔬🐦

Kenneth Williamson fuglagrunnurin hevur sum aðalmál at styrkja vitan og gransking um føroyskt fuglalív. Fuglagrunnurin skal gera tað gjørligt hjá útlendingum, sum ynskja at hjálpa ella standa fyri gransking í føroyska fuglalívinum, at koma higar og fáa ein part av ferðing og uppihaldi endurgoldið. Eisini skal grunnurin gera tað gjørligt hjá føroyingum at søkja stuðul til at fáa endurgoldið ferð og uppihald í samband við førleikamenning innan fuglagransking uttanlanda, so sum ringmerking og annað feltarbeiði. Við í hesum netverksarbeiði verður tað eisini bjóða teimum sum fáa stuðul at nýta skrivstovuhølini hjá Fuglafrøðifelagnum í hjartanum í Havnini og allar teir fasilitetir, sum har eru.

Freistin at søkja um stuðul er 15. marts og 15. septembur á hvørjum árið. Lesast kann meira um stuðulsupphæddir, mannagongd at søkja stuðul og treytir á hesi leinkju:

http://www.fuglar.fo/kwf

Um tit kenna nakran áhugaðan umsøkjara, eru tit hjartaliga vælkomin at deila boðskapin 😊🐦