Fyrilestrar í Perluni

Leygarkvøldið 25. februar skipar Fuglafrøðifelagið fyri tveimum viðkomandi fyrilestrum um fugl í Perluni í Havn. Jóan Pauli Joensen er professari í siðsøgu á setrinum, og kemur at hugleiða uum fugl í føroysku matmentanini. Svein-Ole Mikalsen er professari í mýlalívsfrøði á Setrinum, og formaður í Fuglafrøðifelagnum. Heiti á framløguni hjá Svein-Ole er Fuglafrø(ð)i. Dyrnar lata upp kl 19.00, og barrin verður opin til alt tiltakið.

Skrá:

Jóan Pauli Joensen – Fuglur í føroyskari matmentan

Ì dag er tað bjargafuglur sum verður etin, tá nakað er til av honum. Fyrr var mestsum allur fuglur og egg teirra við etin. Lóm og lógv dámdi fólki væl. Tá bretin Joseph Jeaffreson var í Føroyum og ferðaðist um 1900 fekk hann fugl at eta.  Honum dámdi ikki so væl sjófuglin, ið hann helt smakkaði heldur “fishy,” hin vegin fall honum sera væl aðrar fuglar, og her nevnir hann serliga spógva og tjaldur.  Starar vóru eisini fangaðir við neti, og tað er ikki av ongum at sagt um onkran, sum sá illa út, at hann var ikki frægari enn ein royttur stari

Blaðið Føringatíðindi kom fyri fyri fyrstu ferð út í 1890  og heilt skjótt kom áminningin “Latið smáfuglar og heiðafuglar hava frið,” at standa í hvørjum blaðið. Eitt av undangongufólkunum her var Sverri Patursson, sum sjálvur gav út blaðið Fuglaframi frá 1898 til 1902. Smáfuglarnir og heiðafuglarnir komu yvirhøvur at fáa frið eftir tað.

Svein-Ole Mikalsen – Fuglafrø(ð)i

Fuglar eru villar verur, men hóast hetta liva nógvir teirra nær fólkum, og vit kunnu lættliga fylgja við í pørtum av teirra lívi. Vit bæði síggja og hoyra teir, og nógv okkara eru hugtikin av fugli á ymsan hátt, veri tað teirra vakurleiki, tey ótruliga avrik fuglar kunnu hava, ella teirra undrunarverdu lív. Nógv fuglasløg eru fyri trýsti á lokalum, regionalum ella globalum støði. Í flestu førum skyldast hetta menniskjaliga ávirkan, beinleiðis ella óbeinleiðis.

Fuglar kunnu fortelja okkum nógv um støðuna í náttúruni , og flest lond gera reglulig yvirlit yvir fuglastovnarnir. Øll kunnu vera við til at skapa eitt betur yvirlit yvir støðuna hjá nógvum sløgum, og er tað meira týdningarmikið at fáa yvirlit yvir tey vanligu sløgini enn tey sjáldsomu. Fyri at hjálpa almenninginum at eyðmerkja fugl, er ein app gjørd (Merlin app), sum kann vísa á møguligt fuglaslag út frá myndum og fuglaláti. Vit koma eitt sindur inn á menningararbeiði handan hesa app.

Men man kann sjálvandi eisini fara ein túr út at hyggja eftir fugli fyri okkara egnu skuld: at vera í náttúruni, síggja fuglarnir og hoyra fuglalát er gott bæði fyri okkara kropsligu og sálarligu heilsu.

Tiltakið er ókeypis og fyri øll! Vit gleða okkum at síggja tykkum 😊