Snjóspurvur

Snjóspurvur - Plectrophenax nivalis

Tá kavi legst, kan man vera heppin at síggja ein ljósan spurv framvið vegjaðaranum, ella í urtagarðinum um man fóðrar fuglarnar, sum samanborið við gráspurv er heldur stórur og hyldligur. Tá er talan helst um snjóspurv, eisini róptur snjófuglur. Snjóspurvur er rættiliga vanligur vetrargestur í Føroyum, men sæst oftast tá kavi liggur. Annars heldur hann til í haganum, ofta høgt uppi.

 

Snjóspurvurin er helst mest eyðkendur á flogi, tá hvíti liturin á innara veingi lýsir upp. Í vetrarbrúna er hann ljóst og rustreyðsprøklutur um yvirsíðuna, hvítur um undirsíðuna og hevur appilsingult spurvanev. Á vetri síggjast snjóspurvar ofta saman í flokki, og tá eru steggjarnir teir hvítaru. Út á várið gerst steggin reint svart-hvítur og sera yndisligur, við svørtum nevi og beinum.

 

Snjóspurvur eigur norðarliga í Evropa, Asia og Norðuramerika, og er tildømis vanligur í Íslandi. Á vetri ferðast norðastu stovnar nakað suðureftir. Snjóspurvur hevur eisini átt í Føroyum, men óvist er, um teir eiga her á landi longur. Hann etur fræ og spírar, men kann eisini eta kykt og ber. Fóðrar man smáfuglarnar í urtagarðinum við fræum og kjarnum, kann man vera heppin at fáa vitjan av snjóspurvi, har hann ofta er í felag við starum og gráspurvum.

 

Snjóspurvur er sera harðbalin fuglur. Steggjarnir koma til búøkini tíðliga í apríl, og tá kunnu tað framvegis vera 30 kuldastig í búøkinum. Bøgurnar ferðast til búøkini umleið ein mánaða seinni enn steggjarnir. Steggjarnir ferðast so tíðliga til búøkini, tí teir reiðrast í holum ímillum steinarnar í frostmýruni, og stór kapping er um bestu holurnar, tí bøgurnar eru sera kræsnar, tá tað kemur til stað at reiðrast. 

 

Av tí at snjóspurvur eigur í so køldum økjum, mugu eggini bølast alt samdøgrið. Tí fóðrar steggin bøguna, sum bølir eggjunum. Helst orsakað av at heimurin hitnar, verður mett at snjóspurvastovnurin er minkaður niður í eina helvt síðstu 40 árini.