Tangspógvin

Tangspógvi - Numenius arquata

Tangspógvi er størsti vaðfuglur í Evropa, og hevur eitt flog, sum er yvir ein metur og eitt ómetaliga langt nev. Áhugavert er, at bøgurnar hava longst nev. 

Á latíni eigur tangspógvin Numenius arquata. Numenius merkir nýmáni, og sipar til langa og boygda nevið hjá tangspógvanum, sum minnir um ein hálvmána. Arquata kemur frá latínska navninum á hesum fugli í miðøld, sum merkir bogaskapað. Tangspógvin er brúnsprøklutur við dimmum flogfjaðrum og hvítum kíla eftir bakinum, sum sæst á flogi. Hann sæst lættast í Føroyum á vetri. Tá savnast teir í bólkum, upp til 20 fuglar saman, og leita sær føði. Teir leita sær til góð mið við sjóvarmálan, við oyrar, ið eru undir tá tað fløðir, og undan tá tað er fjøra. Teir eta ormar, maðkar og liðdýr, krabbadýr, sniglar, ber og fræ, og taka viðhvørt eisini fisk, paddur og skriðdýr. 


Tangspógvi er sera fámentur búferðafuglur. Mett verður, at færri enn 10 pør eiga her á landi. Tildømis eigur tangspógvi við Toftavatn, í Neshaganum og á Sandoynni. Men í bútíðini kann tað vera trupult at kenna mun á tangspógva og á spógva. 

 

9 sløg av spógvum vóru til í heiminum, men síðan ár 1800 eru tvey sløg mest sannlíkt útdeyð. Talan er um amerikanska eskimospógvan, sum síðst var sæddur í 1800 talinum og bleiv avoyddur av veiðtrýsti og at so nógv lendi í Amerika bleiv velt. Hin er tann klænnevaði spógvin, sum átti í Miðasia, og var í vetrarvist við Miðjarahavið. Klænnevaði spógvin var síðst sæddur í 2001. Spógvasløgini seta stór krøv til lendi fyri at trívast, orsaka av teirra serstaka máta at leita sær føði. Er tildømis ov vátt ella ov turt í økinum, er torført hjá teimum at finna føði. Av tí at spógvar eru flytifuglar, mugu líkindini vera til vildar bæði á búplássinum, og har teir eru í vetrarvist. Sostatt eru spógvasløgini sera viðkvom, tá tað kemur til veðurlagsbroytingar og mannagjørd inntriv í náttúruna. Tangspógvi er mettur at vera nær við at vera hóttur, og evropeiski stovnurin er minkaður við 42% síðan 1980. 

 

Bestu pláss at síggja tangspógva á vetri í Føroyum, eru helst á oyruni við Norðskála, sum heild í fjøruni við streymin í Sundalagnum, í Kollafirði og í velta lendinum kring syðra enda av Sandsvatni og í Fámjin. Tó kann tangspógvi síggjast nærum allastaðni við sjóvarmálan og á góðum bøi, um ein er heppin.