Æða - Somateria mollissima faroeensis
Æða er sera vanligur búfuglur í Føroyum við umleið 4000-7000 pørum. Kortini er ikki talan um serliga stóran stovn. Fyrr var æða veidd til matna, og við nýmótans bátum og veiðiútgerð hevði verið skjótt at forkomið føroysku æðuni. Í dag er æðan tó heilt friðað fyri allari veiðu.
Æðan er tann vanligasta dunnan á sjónum. Hon liggur ofta í stórum flokkum, har teir vøkru svarthvítu blikarnir við grønum nakka og ferksnureyðari bringu og brúnu bøgurnar liggja og danda, og kava eftir føði. Æða livir við sjóvarmálan og kavar niður á botn eftir kúgingum, kræklingi, sniglum, krabbadýrum, krossfiskum og hendinga ferð eftir smáum fiskum. Men hyggur man gjølla eftir æðunum, so sær man fuglar innímillum, sum líkast burturúr. Tá er talan ofta um ungar steggjar, sum eru í ferð við at skifta fjaðrar, ella steggjar í skiftisbúna. Eisini er ungfuglurin væl dimmari enn gomlu bøgurnar.
Æðurnar verpa úti í haganum, nærhendis vøtnum ella við sjóvarmálan, og teimum dáma væl øki við lyngi og síðum vøksturi, har tær væl fáa fjalt seg. Gongur man framvið einum vatni ella framvið sjóvarmálanum á sumri, kann ein einsamøll æða svimja við eini ørgrynnu av æðuungum. Hetta eru tó ikki altíð bara hennara egnu ungar, tí æðurnar hjálpast at ansa eftir øllum ungunum.
Eftir bútíðina skifta steggjarnir frá vakra prýðisbúnanum til sín brúna skiftisbúna, við hendinga hvítum fjaðrum, har hann er meira torførur at kenna frá bøgunum. Tá so liðið er út á heystið og veturin kemur, fáa blikarnir aftur teirra vakra svarta og hvíta skreytbúna við olivingrønum nakka og fersknureyðari bringu. Tá byrja teir at gera seg upp fyri bøgunum, við at láta við einum djúpum eyðkendum láti, meðan teir nærum dansa, við at lena nakkan aftureftir og peiggja nevið beint upp í loft og sprutta í sjónum.
Æðan er støðufuglur og ferðast ikki útum landoddarnar. Hon er í roynd og veru so lokal, at hon hevur ment seg til sjálvstøðugt undirslag, sum enntá hevur fingið navn eftir okkara oyggjum, Somateria mollissima faroeensis. Tað skal tó sigast, at hetta undirslagið eisini livir í millum annað Hetlandi. Tvey onnur æðusløg eru skrásett í Føroyum. Hesi eru høvuðhvít æða, sum í høvuðsheitum livir í Norðurruslandi og æðukongur, sum bæði livir í Norðurruslandi, Grønlandi og í Norðuramerika.