Smáfuglur og fóðurfjølir

At seta fóðurfjølir upp í garðinum til smáfuglin og kunna eygleiða hann og síggja hann trívast, er nakað, ið nógv fólk gera og gleðast um; kanska serliga tá ið veturin og kuldin kemur, og náttúrliga føðin hjá fuglinum gerst minni atkomulig. Hetta er sera jaligt, bæði fyri fólk og fugl, men tó allíkavæl ikki heilt uttan vansar. Tá ið fuglafóður verður lagt í fóðurfjølir, savnast ónáttúrliga nógvir fuglar á sama stað, og í ávísum førum savnast eisini fuglasløg, sum undir vanligum umstøðum ikki koma hvørjum øðrum við. Hetta økir um vandan fyri smittuspjaðing millum ymsu fuglasløgini. Harafturat kunnu fóðurrestir, sum sløðast undir fóðurfjølunum, liggja og rotna, og hetta økir aftur um vandan fyri ymsum sjúkum. Ikki at gloyma draga fóðurfjølir kettur at sær, sum eru enn ein hóttan fyri smáfuglin. Tíbetur ber til at minka um hesar vansar, um man tekur neyðugu atlitini.

 

Fóðurfjølir mugu ruddast og reinsast regluliga, og finnast má ein javnvág ímillum at hava nóg nógvar fóðurfjølir, so ikki allur fuglurin savnast í einum trunka, og at hava ov nógvar fóðurfjølir, so ov nógv ymisk sløg av fugli savnast (hetta seinna er tó ikki so viðkomandi í Føroyum, tí her savnast sjáldan nógv sløg í senn). Tað skal ikki gevast meira fóður enn fuglurin tykist hava fyri neyðini, og gamalt fóður skal ikki savnast undir fóðurfjølunum, men takast burtur. Samstundis er tað ikki týdningarleyst, hvar ið fóðurfjølirnar verða settar upp. Hugsast skal um frástøðu til trø og runnar, har kettur kunnu fjala seg. Eisini skulu fjølirnar setast við røttu frástøðu til húsini. Antin so mikið langt frá húsunum, at fuglurin ikki er í vanda fyri at renna seg í ein rút, ella so mikið tætt at húsinum, at ferðin á fuglinum, tá ið hann kemur at fjølini, er nóg avtikin til, at álvarssamur skaði ikki kemur á fuglin, um hann allíkavæl skuldi rent seg í ein rút.

 

Eisini má hugsast um orkutørvin hjá fuglinum og góðskuna á fóðurinum. Tað er øgiliga stórur munur á góðskuni á ymsum fuglafóðri, og hetta kann hava nógv at siga fyri heilsuna hjá fuglunum. Um heystið og veturin, tá ið næturnar gerast sera kaldar, er týdningarmikið fyri smáfuglin, at hann varðveitir sínar feittgoymslur. Tí skal fóðuri verða háorku fóður. Tað er ikki óvanligt at geva fuglunum breyð, men breyð hevur faktiskt einki veruligt føðsluvirði fyri smáfuglin, og moðið breyð kann enntá vera skaðiligt1. Fóðurbland, ið ikki er miðað eftir serligum fuglaslagi, er ofta tað bíligasta, men eisini mest oyðsluta fóðuri. Tað er vanliga fult av ífyllu, so sum knúst mais, durra, havra ella hveiti. Serliga durra vilja nógvir fuglar ikki hava, so tað verður pilka burturúr og savnast heldur undir fóðurfjølini. Tað besta er at keypa ella gera fóðurbland, ið er miðað ímóti serligum fuglasløgum; harímillum tey sløg, ið tú kundi tonkt tær at síggja í tínum garði.

 

Við øllum hesum í huga, hevur eisini verið tos um, hvørt fuglurin kann gerast bundin at mati frá fóðurfjølum og harvið hungra, um tær takast burtur aftur. Tað eru tó eingin vísindalig prógv fyri, at fóðurfjølir gera fuglar ósjálvbjargnir. Harafturímóti vísa kanningar á, at matur av fóðurfjølum vanliga ikki er meira enn 20% av samlaðu føðini hjá fuglunum um veturin, og at fuglar, næstan uttan undantak, geva ungum sínum náttúrliga føði, so sum smákykt og ber, sama hvør atgongdin er til fóðurfjølir. At geva fuglunum í garðinum skal tí bert síggjast sum eitt ískoyti til føðina hjá fuglunum, og harafturat eitt ískoyti, sum kann gleða fólki.

 

Í stuttum kann sigast:

  1. Tað er einki galið í, at geva smáfuglunum fuglafóður – heldur ikki, um tú knappliga gevst aftur.
  2. Gev gætur, hvar tú setur fóðurfjølina/r upp – ikki ov tætt at trøum ella runnum, har kettur kunnu goyma seg, og við rættari frástøðu frá húsunum.
  3. Rudda/reinsa fóðurfjølirnar regluliga, og lat ikki gamalt fóður savnast undir fjølunum.
  4. Keyp ella ger fuglafóður, ið er miðað ímóti teimum fuglum, ið tú hevur ella ynskir tær at hava í garðinum.

 

1 https://www.bto.org/community/blog/garden-birds-feed-or-not-feed