Smyril - Falco columbarius

 

Smyril eigur víða um í Norðurevropa, Asia og Norðuramerika, og er einasti rættiligi ránsfuglur, sum eigur í Føroyum. At smyrilin er ránsfuglur sæst við, at hann hevur krókut nev og hvassar klør, sum hann brúkar at skræða sundur við, tað sum hann fangar til matna. Smyril er heldur sjáldsamur búfuglur í Føroyum, og mett verður, at bert um 25 pør eiga her. Tó er torført at vita við vissu, tí smyril eigur ofta langt frá húsum uppi í fjøllunum, í gjáum og á rókum, har fólk ikki sleppa til. Smyrlabøga og ungfuglur eru brún um bakið um yvirsíðuna og hava ljósa bringu og búk við grovum rípum. Høvdið er brúnligt við grovari eygnarípu. Hann er tó lítil og hyldligur fyri sína stødd. Tað er munandi meir vanligt at síggja brúnar bøgur og ungfuglar, enn tað er at síggja tann litfagra steggjan. Steggin er grábláur um bak, veingir og vel, og hevur appilsingula bringu við svørtum rípum.


Smyrilin kann síggjast alt árið, tó er hann lættast at síggja á heysti, tá ið ferðafuglur úr t.d. Íslandi leggur leiðina framvið Føroyum. Smyril etur í høvuðsheitum smáfuglar so sum starar, spurvar og títlingar.  Tá ið hann veiðir, loypir hann kvøkk á smáfuglin. Eydnast tað ikki at fáa fongin í fyrstu atløgu, sæst hann ofta jagstra fuglin í eini næstan balettkendari flúgving, men sjáldan fær hann fatur í fuglinum á flogi uttan so, at fuglurin er løstaður frammanundan. Kanningar hava víst, at tað á vetri eydnast ímillum 5-22% av veiðroyndunum at fáa fong, – also í besta lagi eydnast tað eina út av fimm ferðum at fáa mat. Á sumri eydnast tað at fáa fong upp í 40% av veiðiroyndunum, millum annað tí at smyrilin tá fær lagt eftir nýfloygdum ungum. Í bútíðini veiða smyrlar ofta í pørum, har annar fuglurin rekur, so at hin smyrilin lættari fangar fuglin. Smyril kann eisini taka tildømis rottu, flogmús og gullsmiðir, og enntá rov av deyðum fugli.


Á vetri er smyrilin ofta lættari at eygleiða enn á sumri, tí hann kemur oftari til bygt øki at veiða sær føði. Tá savnast smáfuglarnir í størri mun nær húsum, og hetta lokkar í størri mun smyrilin í bygt øki at veiða, samanborið við tá fuglarnir eru spjaddir í landslagnum. Áhugavert er, at smyril sæst lutfalsliga ofta í Suðuroy, men tað kann vera langt ímillum at síggja smyril í Norðoyggjum. Hetta er tó helst meira tengt at, hvussu landslagið er háttað, heldur enn av nøgd av smyrlum í oyggjunum. Seint á sumri kunnu familjubólkar síggjast framvið bygdavegum, har foreldur sita saman við sínum ungum. Tá ber til at eygleiða smyrlarnar rættiliga nær, tí ungarnir ikki eru so styggir.