At fóðra antarfugli

Antarfuglur, ið heldur til á økjum har fólk javnan blaka teimum ymsa føði, er ofta illa fyri og/ella sjúkur. Hetta kemst av at nógv av tí fóðri, ið vanliga verður givið antarfuglunum, so sum breyð, fræ og tílíkt, inniheldur lítið av proteinum og eru vána bót fyri náttúrligu føðina. Undir vanligum umstøðum vil antarfuglur liva av nógvum ymsum fóðri við góðum føðsluvirði, so sum vatnplantur, náttúrlig frækorn, og ryggleys dýr. Antarfuglurin kann finna hesa føði og eta hana í lutfalsliga avbyrgdum økjum. Tey støð, har fólk fóðra fuglunum, er hinvegin hørð kapping um hvørt fræ ella hvørja leivd, og teir minstu og yngstu fuglarnir megna ikki hesa kapping. Náttúrliga fóðri hjá antarfuglunum er vanliga eisini spjatt út um stór øki, og trunkin av antarfugli á sama stað ber við sær ein størri smittuvanda millum fuglin. Nevnast kann deyðiliga sjúkan Aspergillus, ið kann koma fyri, tá ið fóðurleivdir sleppa at liggja ov leingi, og byrja at modna. Samstundis vil antarfuglurin á tílíkum støðum eta á sama stað har hann skvettur, og fleiri sjúkur, ið vanliga ikki gera um seg millum antarfugl, fáa harvið betur umstøðar at nørast og spjaðast.

 

Afturat hesum kemur at, øvut av smáfuglinum, dámar antarfuglur ofta væl at halda seg tætt at álítandi fóðurkeldum stóran part av tíðini. Tað er á mannaskaptum fóðurøkjum tískil størri vandi fyri at ferðamynstrini hjá antarfuglinum vilja broytast, so fuglurin ikki fylgir sínum íbornum máttum um at ferðast suðureftir, men heldur yvirvetrar í Føroyum. Hetta er vandamikið, tí nógvur antarfuglur er sera viðbrekin fyri harða og kalda føroyska vetrinum,  og hetta økta stressi kann hava við sær eina broytta atferð undir nøringini1, umframt at fuglurin kann hungra, um fólk gevast at fóðra teimum um veturin. Nevnast kann eitt dømi úr USA har 30 svanir doyðu av hungri á einum mannaskaptum fóðurøki í harða vetrinum í 1993-94, meðan yvir 800 svanir á einum náttúrligum øki tætt við, yvirlivdu av vanligari føði2.

 

Týdningarmikið at fáa við í hesum er tó, at um fóðringin av antarfuglinum verður steðgað nóg tíðliga á árinum, kunnu fuglarnir skjótt tillaga seg nýggju umstøðurnar, og fara undir at finna sær fóður sjálvir, og vilja tá ferðast suðureftir við hinum antarfuglinum sum vanligt3.

Hvørji eru tilmælini so?

Tað verður ikki mælt til at fóðra antarfugli, tí hann bæði kann og eigur at finna sær fjølbroytt, føðsluríkt føði sjálvur. Tó eru tað nógv fólk, ið gleðast um at blaka teimum okkurt, og at kunna eygleiða fuglin tætt uppá. Harafturat veit man, at frástøðan millum okkum menniskju og náttúruna gerst størri og størri. Men eitt sum er greitt fyri fleiri, og sum serfrøðingar eisini eru byrjaðir at siga, er at vit sum menniskju hava sera gott av at vera tættari at náttúruni, og at leggja merki til grasið, fuglin, hvussu árstíðirnar broytast og so framvegis. Sum skilst, er tí ein ávis tvístøða um man burdi ella ikki burdi fóðra antarfugli. Men, um ein nýtir vanligt skynsemi kann tað verða eitt gott ískoyti hjá fuglunum, ein góður háttur hjá fólki at kenna fuglin, og vónandi kann tað enntá kvekja størri áhuga hjá stórum og smáum fyri fugli og náttúruni sum heild.

 

  1. https://owlcation.com/stem/Bird-Feeders-Good-or-Bad-for-Wild-Birds-and-the-Environment
  2. https://www.dec.ny.gov/animals/7001.html
  3. https://www.dec.ny.gov/animals/7001.html