Ávirkanin av húskettuni á smáfuglin

Á hvørjum ári verður tosa nógv um húsketturnar í Føroyum, og hvørt tær skulu sleppa at ganga leysar úti, ella verða hildnar sum innikettur. Summi vilja enntá vera við, at kettur eru eitt innræsið djóraslag, og burdu tí als ikki verið í Føroyum. Grundarlagið undir kjakinum er í stóran mun tann neiliga ávirkanin húskettan tykist hava á smáfuglastovnarnir í Føroyum. Uttanlanda er kjakið líka aktuelt, og í Englandi vísti ein kanning, at tær 9,2 milliónir húsketturnar, ið har eru, tóku 27 milliónir fuglar í stutta tíðarskeiðinum frá apríl til august sama árið. Fyri Danmark hevði hetta svara til 2 milliónir fuglar (Nielsen, 2006). Hóast nógv kjak, og høg tøl fyri tøku av fugli, eru í dag eingi vísindalig prógv fyri, at húskettan faktiskt elvir til nakra munandi minking í stovnsstøddunum hjá smáfuglunum. Hinvegin vita vit, at flestu smáfuglarnir doyggja áðrenn teir røkka kynsbúnan aldur óansæð, í fyrstu atløgu vegna svongd, sjúku ella rán av øðrum djóri enn kettu, og er hetta púra vanligt.

Nógv verður tó gjørt, at royna at minka um veiðuna hjá kettuni, og mest nýtti háttur til tess, er at lata hana bera hálsband við klokku á. Kanningar vísa eisini á, at um kettan berur klokku á hálsbandinum, kann tøkan av smáfuglum og øðrum djórum, ið verða borin til hús, minkast við umleið 50%. Ein annar møguleiki er ein sonevndur “klovnakragi”, ið er eitt littfagurt toy, ið verður koyrt uttaná vanliga hálsbandi. Kanning av hesum klovnakraga úr Avstralia vísti, at tøkan av fuglum, skriðdýrum og froskdýrum minkaði heili 54%, tá ið ketturnar vóru í klovnakraga samanborið við uttan kragan.

Kortini eru tað tó ikki bert beinleiðis tøkan av smáfuglunum, sum er trupulleikin, tí smáfuglurin kann eisini ávirkast óbeinleiðis av kettum

Hvat ger man so?

 

Nógvir eru faktorarnir, tá tað kemur til húskettuna og smáfuglin, og nógv er at hugsa um. Hvat, ið er rættast at gera sum kettueigari, má tískil verða upp til hvønn einstakan eigara.

Tó eru nøkur ráð góð at hava í huga:

  1. Hav kettuna inni sum mest í bútíðini hjá fuglinum, og serliga í lýsing, skýming og um náttina
  2. Lat kettuna bera hálsband við klokku á, ella lat kettuna í klovnakraga, so smáfuglurin verður ávaraður um kettuna
  3. Umhugsa at gelda kettuna (hetta vil minka um orkutørvin hjá kettuni við 25-30%)
  4. Royn at aktivera kettuna við ymsum spølum, so hon fær nøktað tørvin at veiða

Um áhugi er fyri at lesa nærri um ávirkanina av húskettuni á smáfuglin, kann grein um hetta evnið úr tíðarritinum Frøði lesast her.

Kettan er ótrúliga dugnalig at veiða, og tekur nógvan smáfugl hvørt ár

Snildi klovnakragin kann bjarga lívið á nógvum smáfuglum, og er ikki til nakran ampa fyri kettuna