Silas Olofson skrivar:
Tann 19. til 21. september skipaði Føroya Fuglafrøðifelag fyri vikuskiftistúri til Suðuroynna. Sjálvur var eg tíðliga á fótum. Ein hermiljómari var funnin í Klaksvík, og eg ætlaði mær at leita eftir honum, áðrenn eg koyrdi suður til Havnar. Komin til Klaksvíkar fór eg at leita við gamla kirkjugarðin, har hermiljómarin var sæddur. Skjótt kom eg fram á ein skógljómara, sum er ein sera fámentur ferðagestur í Føroyum. Lítla løtu seinni var ein annar ljómari í sama garði. Eg fekk fuglin í kikaran og sá langa eygnarípu, sum ikki rakk nevfestið og dupult veingjaband. Armlokafjarðarnir høvdu ikki hvítar rendur og sostatt kundi eg staðfesta, at hetta var ein norðurljómar. Hann er bert skrásettur átta ferðir áður í Føroyum. Hann eigur sera fáment allar norðast í Skandinavia, men høvuðsútbreiðslan er longur eysturi. Hesir fuglar vístu, at nógvir fuglar vóru komnir til landið við liggjandi eysturættini. Hermiljómaran sá eg tó ikki.

Eg koyrdi síðan til Havnar og eftir ein online fund við BirdLife koyrdi eg kl. 11.30 umborð at Galaxy har eg hitti aðrar luttakarar á túrinum. Vit brúktu tíðina á dekkinum, har vit m.a. sóu jóa og gráskráp. Vit tippaðu eisini um, hvussu nógv sløg hvør einstakur væntaði, at vit fóru at síggja. Boðini vóru millum 68 og 86 sløg. So øll væntaðu sær nógv av túrinum.
Komnir til Suðuroyar fóru vit beint til Nes við Hvalba. Har vóru nógvir másar at síggja. Millum másarnar var ein avbera lítil mási – faktiskt heimsins minsti, sum rópast dvørgmási. Tað eydnaðist at avmynda fuglin, sum annars er sera fámentur ferðagestur í Føroyum. Í Nesi vóru eisini heili fimm lónspógvar, sandgrælingar, fjallmurrur, stórar svarthálsur og tjaldursgrælingar.

Vit hildu síðan leiðina fram til Hvalba. Á sandinum vóru rovini av einum grindahvali skolaði upp. Grákrákur og ein skurði ótu dúgliga av rovunum. Eftir lítlari løtu sigur Ragnar Smith, at skurðin líkist kaspiskum mása. Høvdið var ljóst, nevið ikki so førligt og skapið heldur avlangt. Hesum fugli mátti vit hyggja nærri eftir. Fyri at greina ungan kaspiskan mása er neyðugt at síggja litin á undirveingjunum. Er hann ljósur er tað ein góð ábending um, at talan er um kaspiskan mása. Vit parkeraðu bilarnar og fóru at hyggja eftir fuglinum. Eftir eini løtu fór skurðin á flog og mín sann um ikki undirvongurin var ljósur. Hetta saman við skapi, liti á veingjum og dovna flognum gjørdi okkum vís í, at hetta var ein kaspiskur mási – bert onnur skráseting í Føroyum av hesum másaslagið sum eigur í Eysturevropa og eystur til Kaspiska havið.



Væl nøgd við fongin hildu vit leiðina fram til Hvalbiar. Nógva regnið hevði við sær, at nógvir hyljar vóru á bønum. Har funnu vit fyri 4 kápugrælingar og síðan ein vaðstelk. Vaðstelkur er bert skrásettur 12 ferður áður í Føroyum. Eisini vóru íslandsgrælingar, fjallmurrur og fleiri antarfuglar at síggja í bygdini. Tað byrjaði at regna og og líkindini til fuglaskoðan vernsaðu. Dagurin var eisini farin at halla, so vit gjørdu av at koyra til heim til vitapassarahúsini á Akrabergi har vit gistu. Á Akrabergi ótu vit nýveiddan bankatosk og høvdu eitt hugnaligt kvøld saman.

Dagsins sjáldsamastu fuglar vóru kaspiskur mási, vaðstelkur, dvørgmási og lónspógvi.
Silas Olofson
