Tourismuráðstevna hjá NORA

Bloggur

Skrivað hevur: Barbara Leone – Tiltakslimur

Í seinastu viku luttók eg á ráðstevnuni, sum NORA skipaði fyri, kallað “An Ocean of Opportunities”, har dentur var lagdur á, hvussu nýhugsan innan hav- og strandalagsferðavinnu kann vera lykilin til burðardyggan vøkstur í Norðuratlantshavsøkinum. Tiltakið var ótrúliga væl samskipað og uttan iva ein av teimum bestu ráðstevnunum, eg havi verið til! Skráin var fjølbroytt, og har vóru nógvar áhugaverdar framløgur – bæði frá granskarum, vinnulívi og felagsskapum úr øllum Norðuratlantshavsøkinum.

Ráðstevnan varð sett av einum framúrskarandi fyrilesara, Laura Storm, sum er ein altjóða leiðandi rødd innan burðardygga menning og sokallaða leiðslurákið kallað regenerative leadership. Hon tók okkum við á eina kensluríka ferð, har eg og hinir áhoyrarirnir fingu bæði gásarhold, tár í eyguni og eina brennandi kenslu av at vilja taka minni og geva meira aftur til náttúruna. Tað var ein framførsla, ið setti djúp spor og fekk meg at hugsa um, hvussu vit kunnu arbeiða við náttúruni og ikki ímóti henni.

Tað var eisini stuttligt at síggja, hvussu væl NORA hevði hugsað um burðardygd í sjálvari ráðstevnuni: borðreitt varð við staðbundnum, burðardyggum gourmetmati, og tiltakið var prýtt við livandi tónleiki og listarligum innsløgum, sum alt tók støði í havinum og náttúruni kring okkum.

Ein annar fyrilesari, ið eg helt vera sera áhugaverda, var Karen Boswarva úr Stromness í Orkneyoyggjunum. Hon arbeiðir á Stromness Museum og hevur verið ein drívmegi handan verkætlanina “From Shoreline to Seabed – Museum Without Walls.”

Karen greiddi frá, hvussu Stromness Museum hevur megnað at flætta saman náttúru, søgu og ferðavinnu á ein heilt serligan hátt. Tey hava m.a. gjørt Snorkel Safari, har fólk sleppa at uppliva ríka havlívið í Orkney við snorkli, og tá alt var stongt undir koronu, fluttu tey savnið út í náttúruna við tiltøkum, framsýningum og digitalum miðlum, sum settu søguna í nýtt og livandi ljós.

Karen legði dent á týdningin av at knýta náttúru, mentan og lokalsamfelag saman – eitt hugtak, sum eisini hevur nógv at siga fyri okkum í Føroyum, serliga tá vit tosa um at menna burðardygga náttúruferðavinnu og styrkja sambandið millum fólk og náttúru.

Umframt at knýta góð bond við fleiri av fyrilesarunum og altjóða gestunum, var hetta eisini ein frálíkur møguleiki at venda nøkrum hugskotum við føroysku luttakararnar. Eitt sera spennandi hugskot og samstarv er longu sprottið úr hesum tiltakinum, og partarnir eru longu væl ávegis við at realisera tað!

Sum umboð fyri Fuglafrøðifelagið var tað bæði inspirerandi og gevandi at vera partur av hesum norðurlendska kjakinum um framtíðar menning innan ferðavinnu og náttúru. Eg fór heim við nýggjum hugskotum, nýggjum sambondum – og eini endurnýggjaðari fatan av, hvussu náttúruvernd, uppliving og læring kunnu ganga hond í hond.