Tann 7. mai var løgtingslógin um fuglaveiðu broytt. Umboð fyri Føroya Fuglafrøðifelag hava luttikið í hoyringum og verið við í politisku tilgongdini at broyta lógina. Her vilja vit vísa á broytingar, sum eru framdar.
Fuglafrøðifelagið fegnast um, at kjógvin ikki longur eru millum tey fuglasløg, sum kunnu veiðast alt árið, men nú er vorðin friðaður. Føroyski kjógvastovnurin hevur leingi verið í minking og fáar pisur eru floygdar seinastu árini. Tí hevur tað alstóran týðning, at kjógvin var vardur við lóg.
Veiðitíðing fyri lunda, álku og lomviga er stytt. Fyrr kundu hesi sløg veiðast frá 1. oktober til 20. januar. Hetta er stytt við 20 døgum, soleiðis at sløgini bert kunnu veiðast frá 20. oktober til 20. januar. Lomvigastovnurin er minkaður við á leið 70% síðan fyrst í 1970 árunum og tørvur er á, at verja stovnin, so hann kann koma fyri seg aftur. Vónandi fer nýggja veiðitíðin at hava við sær, at veiðitrýstið minkar og at stovnurin fær betri sømdir at koma fyri seg.



Veiða eftir skarvi er eisini stytt við 20 døgum og kann nú veiðast frá 20. oktober til 30. november.
Sum nakað nýtt skal øll veiða eftir fugli fráboðast Havstovuni. Hetta hevur verið eitt stórt ynski hjá Fuglafrøðifelagnum at fáa í gjøgnum. Um vit ikki hava veiðihagtøl fyri hvørt fuglaslag ber ikki til at vita, hvussu stórt veiðitrýstið er. Við hesi lógarbroyting fáa vit vónandi haldgóð tøl fyri veiðitrýst og hava soleiðis eitt gott amboð til at meta um, um veiðan er á burðardyggum støði.
Saman um tikið fegnast Fuglafrøðifelagið um broytingarnar í veiðilógini. Vit takka fyri jaligt samskifti við politiskar mynduleikar og gleða okkum um, at so stórur meiriluti av teimum fólkavaldu atkvøddu fyri lógarbroytingunum.
Lógin kann lesast í fullari longd her: https://logir.fo/Logtingslog/27-fra-09-09-1954-um-fuglaveidu-vm-sum-seinast-broytt-vid-logtingslog-nr-34-fra
Vegna Føroya Fuglafrøðifelag,
Silas Olofson, fyrisitingarstjóri
