Í august byrjar flytitíðin aftur av álvara, tá fuglar fara frá búplássunum norðanfyri í vetrarvist. Ferðin suður til heitari lond er til dømis longu byrjað hjá nógvum vaðfugli. Serliga eftir keðiligt veður kunnu nógvir vaðfuglar síggjast kring strondum okkara. Fyrr í mánaðinum vóru fleiri hundrað vaðfuglar á Sandoynni – m.a. stórar svarthálsur, sandgrælingar, helsareyðar, fjallmurrur og íslandsgrælingar.



Summir vóru enn í vakra summarbúnanum, meðan aðrir høvdu næstan fullan vetrarbúna. Tað er tískil rættiliga stórur munur á búnunum hjá sama slagi av vaðfugli og tað er sera læruríkt at brúka tíð uppá at eygleiða hesar vaðfuglar. Góð mið fyri vaðfugl í Føroyum eru Sandsvatn og Gróthúsvatn á Sandoynni, í Nesi við Hvalba og Fámjin á Suðuroynni, Eiði og okkara stóru strendur.



