
Fleiri áhugaverdar skrásetingar av ringmerktum fugli eru gjørdar á vári 2025. Ringmerktir fuglar hjálpa okkum at skilja, hvussu tey ymsu fuglasløgini flyta og hvørji øki tey nýta í Føroyum, tá teir millumlenda á ferðini millum vetrarvist summanfyri og búøkini norðanfyri.
Tann 10. mai vóru ikki færri enn tveir litmerktir íslandsgrælingar á Nesi í Hvalba. Tann eini var ringmerktur 7. september 2024 á oynni Griend í Hollandi. Tá var fuglurin gamal. Hetta er fyrstu ferð at fuglurin er eygleiddur síðan hann bleiv merktur.

Hin seinni var ringmerktur í Ainsdale Beach, Mercysite, í Bretlandi 27. mai 2021. Eftir tað er hann fráboðaður av Vesturlandinum í Íslandi í mai 2023 og 2024. 10. mai var hann so sæddur í á Nesi í Hvalba. Fuglurin var eitt ára gamal, tá hann var merktur og er var sostatt fýra ára gamal, tá hann var sæddur í Føroyum.
Tann 17. apríl var ein ringmerkt erla kongsdóttir í Sandvík. Hon var merkt 20. marts í ár í Kennemerduinen sunnan fyri Amsterdam í Hollandi.

Felags fyri hesar fuglar er, at teir vóru merktir við litringum. Hetta ger, at tað ber til at eyðmerkja fuglin uttan at fanga hann ella finna hann deyðan. Tá fuglarnir bert hava ein lítlan stálring er ofta sera trupult at lesa tølini á ringunum við vissu. Vit litringum er hesin trupulleikin loystur – í hvussu er um fuglurin ikki er alt ov langt burtur. Fyri hvørja eygleiðing av merktum fugli økist okkara vitan um fuglin og hansara flyting. Um tú varnast merktan fugl, ert tú vælkomin at boða fuglafrøðifelagnum frá.
Silas Olofson
