Samanumtøka av fuglateljingardegnum 10. mai 2025

Vársins stóri altjóða fuglateljingardagur, Global Big Day, rann av bakkastokki 10. mai. Samstundis var hetta altjóða flytifugladagur – World Migratory Bird Day. Eisini í Føroyum vóru fólk úti at eygleiða fugl, og skrásettu teirra eygleiðingar í eBird (www.ebird.org). Í Føroyum luttóku 10 fólk í teljingini og ikki minni enn 78 sløg vóru skrásett hendan dagin.

Samlað vóru 47 fuglalistar sendir inn frá ymsum plássum kring landið. Sløg sum villdunna, æða, bládúgva, tjaldur, fiskimási, likka og stari vóru skrásett á 20 ella fleiri plássum kring landið. Kortið niðast vísir, hvar hesar eygleiðingar vóru gjørdar. Fjølmentastu fuglar vóru havhestur við 480 skrásetingum og rita við 761 skrásetingum.

Sjáldsamasti fuglur var ein nátthegri í viðarlundini í Gundadali. Fuglurin hevur verið har allan veturin, men fjalir seg ofta millum trøini og bert fá fólk hava megnað at sæð hann.

Nátthegri í Gundadali

Tað var stuttligt, at høvuðhvíta æðubøgan framvegis er at síggja í Sumba. Hon hevur verið har síðan oktober 2015, har Harri Höltä og Silas Olofson raktu við fuglin. Sannlíkt hevur hon verið vetrargestur á hvørjum ári síðan tá. Eygleiðingar benda á, at hon hon kemur í august og ferð norður til búøkið seint í mai. Høvuðhvít æða eigur norðarliga Sibiria og Alaska. Meginparturin av stovninum er í vetrarvist í Aleutunum í Alaska og Kuriloyggjunum í Russlandi samt við Kolahálvoynna í Russlandi og Finnmark í Noreg.

Høvuðhvít æða í Sumba

Fleiri sløg vóru einans skrásett á einum plássi (íslandsgás, sutlont, ógvella, tannont, hjaltakráka, ljómlerkur, lonasvala, gulkrýndur títlingskongur, bókígða og reyðkollur), men hesir síggjast tó toluliga javnan í Føroyum undantikið hjaltakráka, sum er sera fámentur.

Í heimshøpi luttóku 71265 fólk í teljingini og 179491 listar vóru sendir inn. 7973 av heimsins á leið 11.000 fuglasløgum vóru skrásett. Í Evropa luttóku 7973 fólk og 14298 listar komu inn. Í Evropa vóru 497 sløg skrásett. Sum vant sóust flest sløg í Suðuramerika har Kolombia, Peru, Brasilia og Ekvador komu upp um 1000 sløg.

Yvirlitið niðanfyri vísir sløgini, ið vóru skrásett í Føroyum 10. mai. Eisini sæst hvussu nógvir listar vóru skrásettir, hvar teir vóru skrásettir umframt samlað nøgd av hvørjum slagi. Vit taka hædd fyri feilum í samanumtøkuni.

Rithøvundur: Svein Ole Mikalsen

Føroyskt navn/latín/ymsikt stød/samlað nøgd.

Grágás (Anser anser) 9/63

Íslandsgás (Anser brachyrhynchus) 1/1

Brandgás (Branta leucopsis) 6/134

Svanur (Cygnus cygnus) 3/7

Kápureyð ont (Tadorna tadorna) 2/9

Spónont (Spatula clypeata) 2/4

Sutlont (Mareca strepera) 1/2

Ennigul ont (Mareca penelope) 2/15

Villdunna (Anas platyrhynchos) 20/97

Krikkont (Anas crecca) 2/11

Trøllont (Aythya fuligula) 5/66

Stór grábøka (Aythya marila) 2/5

Høvuðhvít æða (Polysticta stelleri) 1/1

Æða (Somateria mollissima) 20/343

Kolont (Melanitta nigra) 2/2

Ógvella (Clangula hyemalis) 1/1

Súgont (Bucephala clangula) 2/2

Tannont (Mergus merganser) 1/1

Toppont (Mergus serrator) 12/55

Bládúgva (Columba livia) 22/133

Mánadúgva (Columba palumbus) 1/8

Turkadúgva (Streptopelia decaocto) 2/17

Tjaldur (Haematopus ostralegus) 27/142

Hagalógv (Pluvialis apricaria) 3/5

Stór svarthálsa (Charadrius hiaticula) 7/38

Spógvi (Numenius phaeopus) 16/29

Tangspógvi (Numenius arquata) 3/3

Reyðspógvi (Limosa limosa) 1/5

Mýrisnípa (Gallinago gallinago) 11/22

Stelkur (Tringa totanus) 3/4

Tjaldursgrælingur (Arenaria interpres) 10/100

Íslandsgrælingur (Calidris canutus) 2/26

Sandgrælingur (Calidris alba) 4/40

Fjallmurra (Calidris alpina) 7/99

Grágrælingur (Calidris maritima) 2/10

Kjógvi (Stercorarius parasiticus) 8/28

Skúgvur (Stercorarius skua) 7/17

Lundi (Fratercula arctica) 5/81

Teisti (Cepphus grylle) 10/33

Álka (Alca torda) 4/16

Lomvigi (Uria aalge) 5/241

Rita (Rissa tridactyla) 8/480

Fransamási (Chroicocephalus ridibundus) 8/48

Skatumási (Larus canus) 5/9

Fiskimási (Larus argentatus) 20/111

Svartbakur (Larus marinus) 13/40

Likka (Larus fuscus) 25/256

Havterna (Sterna paradisaea) 2/5

Øsreyður lómur (Gavia stellata) 3/8

Havgás (Gavia immer) 6/20

Havhestur (Fulmarus glacialis) 14/761

Skrápur (Puffinus puffinus) 2/10

Súla (Morus bassanus) 3/13

Skarvur (Gulosus aristotelis) 8/57

Nátthegri (Nycticorax nycticorax) 1/1

Gráhegri (Ardea cinerea) 2/3

Hjaltakráka (Corvus corone) 1/1

Grákráka (Corvus cornix) 17/46

Ravnur (Corvus corax) 2/2

Ljómlerkur (Alauda arvensis) 1/2

Løðusvala (Hirundo rustica) 3/6

Lonasvala (Delichon urbicum) 1/2

Leyvljómari (Phylloscopus trochilus) 4/4

Grannljómari (Phylloscopus collybita) 4/6

Gulkrýndur títlingskongur (Regulus regulus) 1/1

Músabróðir (Troglodytes troglodytes) 7/14

Stari (Sturnus vulgaris) 22/276

Óðinshani (Turdus iliacus) 1/1

Kvørkveggja (Turdus merula) 6/29

Bringureyði (Erithacus rubecula) 4/18

Steinstólpa (Oenanthe oenanthe) 19/170

Gráspurvur (Passer domesticus) 12/78

Erla kongsdóttir (Motacilla alba) 6/13

Summartítlingur (Anthus pratensis) 14/30

Grátítlingur (Anthus petrosus) 3/6

Bókígða (Fringilla coelebs) 1/1

Barrígða (Spinus spinus) 3/11

Reyðkollur (Acanthis flammea) 1/1