Ringmerking av fugli kann geva okkum áhugaverda vitan um lívið hjá fuglunum. Til dømis kunnu læra um teirra aldur, hvussu teir flyta millum lond og hvussu teir brúka ávís búøki. Við nýggjari tøkni kunnu vit niður í smálutir fylgja við fuglunum og teirra flyting. Stórir fuglar kunnu enntá merkjast við GPS-sendara, sum vísa okkum, hvar fuglurin er til eina og hvørja tíð.
Vanligur spógvi er ein vanligur búfuglur í Føroyum. Hann ferðast suðureftir á vetri. Tangspógvin er skildur við vanligan spógva. Hann er ein sera fámentur búfuglur í Føroyum, men sæst regluliga á vetri í Føroyum. Her heima eru hvørki vanligur spógvi ella tangspógvi merktir við GPSara, men í øðrum londum eru fuglar merktir. Hetta gevur okkum nýggja og betri vitan um fuglarnar í mun til vanliga ringmerking.
Tangspógvi
BirdLifeNorge hevur eina verkætlan har ein tangspógvi bleiv merktur í juli 2024 á búplássi í Karlsøy norðan fyri Troms (Falkenberg et al, 2025). Tangspógvin for á flog suðureftir á kvøldi 29. juli. Hann fleyg fram við norsku vesturstrondini, men steðgaði á fleiri ferðir. M.a. var hann heili 14 dagar á oynni Rørvik í norður Trøndelag. Eftir tað var hann 10 dagar sunnan fyri Smøla í Møre og Romsdal. Hagani fór hann til Sognefjorden og síðan út til havs vestur til Orkunoyggjar í Skotlandi har hann steðgaði í 3 tímar. Eftir tað fleyg hann til eitt øki norðan fyri Inverness, har hann var allan veturin í einum lítlum øki. Hann byrjaði ferð sína norður aftur 13. apríl. Hann fór fram við strondini í Landnyrðingsskotlandi og mest sum beint eystur oynna Utsira í Noreg. Á ferðini norður til búplássið á Karlsøy steðgaði hann bert tríggjar ferðir og hvíldi seg í 8,5 tímar samlað. Hann fór úr Skotlandi til Karlsøy eftir bert 48 tímun (Mynd 1).
Rokna vit flogtíðina út hevur tangspógvin flogið við eini miðalferð uppá 57km/t. Yvir Norðsjónum hevði hann fyrimun av góðum vindi, tí tað fleyg hann í miðal 76 km/t og skjótasta ferðin var 100 km/t.

Vanligur spógvi
Ein stórur partur av stovninum av vanligum spógvi í Íslandi er í vetrarvist í Vesturafrika millum Senegal og Liberia. Serliga nógvir síggjast í Guinea-Bissau. Vit kundu hildið, at teir ofta stegða á í Bretlandi og Føroyum fyri at rinda møðina á veg til Íslands. Tað er tó ikki so. Á vári steðga teir ofta á í Írlandi og Skotlandi, men ikki í Føroyum. Á heysti flyta teir beina leið úr Íslandi til Vesturafrika (Carneiro et al, 2018).

Av teimum á leið 20 vanligu spógvunum, sum eru merktir við GPSara seinastu 12 árini (mynd 2) hevur bert ein teirra steðgað á í Føroyum. Hetta var ein fuglur nevndur Acuno, sum var eygleiddur frá heystið 2019 til heystið 2024. Hann var í Føroyum frá 27. apríl til 16. mai 2022 (mynd 3). Áhugavert er, at tangspógvi og vanligur spógvi tykjast at hava øvugtan atburð, tá tað kemur til flyting, at tí at íslendski spógvin ferðast skjótari suðureftir á heysti enn norðureftir á vári.

Reyðspógvi
Reyðspógvin er sera fámentur búfuglur í Føroyum, men vanligur í Íslandi. Bert fáir reyðspógvar eru merktir við GPSara í Íslandi og eingin teirra hevur millumlent í Føroyum (mynd 4). Eftir sum at data er sera avmarkað, havi vit ikki eina fullfíggjaða mynd av tí veruligu støðuni. Vit vita um tveir reyðspógvar merktir í Íslandi, sum er sæddir í Føroyum (Hammer et al, 2014). Íslendsku reyðspógvarnir eru í vetrarvist í Spania og Portugal og ferðar vanliga rættiliga beinleiðis til Íslands. Vaðihavið frá Danmark til Hollands eitt kent øki, har milliónir av vaðfuglum, entur og gæs steðga á at eta á ferðini norðureftir. Mynd 4 vísir, at reyðspógvi kann steðga á í 1 til 1,5 mánaðir á vári í Vaðihavinum. Hetta er í samsvar við data úr Hollandi (Gerritsen og Tijsen, 2003). Tó brúkar íslendsku reyðspógvarnir Vaðihavið í lítlan mun. Tað er sostatt sannlíkt, at bæði føroyskur vanligur spógvi og føroyskur reyðspógvi flyti eins og teir íslendsku fuglarnir.

Keldur:
Camilo Carneiro, Tómas G. Gunnarson, José A. Alvares (2018) Faster migration in
autumn than in spring: seasonal migration patterns and non-breeding distribution of
Icelandic whimbrels Numenius phaeopus islandicus. Avian Biology 50, e011938.
Frode Falkenberg, Morten Helberg og Peter Sjolte Ranke (2025) Med hastverk
tilbake til hekkeplassen. https://www.birdlife.no/prosjekter/nyheter/?id=3713
G.J. Gerritsen, Wim Tijsen (2003) The importance of the Netherlands as staging
area for Icelandic Black-tailed Godwit Limosa limosa limosa during spring migration
in 2001 and 2002 (in Dutch). Limosa 76, 103-108.
Global Flyway Network, https://www.globalflywaynetwork.org/
Sjúrður Hammer et al. Færøsk trækfugleatlas. Fróðskapur 2014.
Rithøvundur: Svein Ole Mikalsen



