Suðuroyartunnilin og náttúran

Størsta verkætlan í Føroya søgu lítið fyrilit fyri náttúruni

Vilji er í Føroya Løgtingi at nýta milliardir av skattapeningi til Suðuroyartunnil, men lítil
vilji at verja náttúruna við innkomuvegirnar og tunnilsmunnarnar – tað veri seg at avseta
pening ella tíð til umhvørvisárinskanningar. Tiskil er væntandi, at sjáldsom og týðandi
náttúruvirði fara fyri skeyti.


“Hetta uppskotið fer at hava avleiðingar fyri umhvørvið”. Soleiðis byrjar brotið um “árin á
umhvørvið” í uppskot til løgtingslóg um Suðuroyartunnilin og tilhoyrandi tunnilskervum og
vegakervum. Tað er gleðiligt, at politiska skipanin ásannar, at ein so stór verkætlan fer at hava
avleiðingar á umhvørvið, og at tey ynskja, at kanningar verða gjørdar um, hvørja ávirkan
verkætlanin fer at hava á umhvørvið, náttúruna og lívmargfeldið. Eisini stendur í lógarbrotinum,
at strong umhvørviskrøv skulu setast til byggifyritøkuna, sum skal standa fyri byggingini.
Spurningurin er so, hvussu hesi atlit skulu takast, hvørji náttúruverndarkrøv skulu setast, og
hvussu kanningararbeiðið og til endans frágreiðingin ítøkiliga eigur at verða uppsett og framd
fyri at lýsa vistfrøðiliga týdningin av økinum, og tey stig, sum eru neyðug fyri at tálma ávirkanina
av verkætlanini.


Ójavnvágin millum náttúruvirði og samfelagsáhugamál

Náttúruvirði verða ofta vigað upp ímóti samfelagsáhugamálum í Føroyum, og soleiðis er eisini
orðað í náttúruverndarlógini: “uttan so at týðandi samfelagsáhugamál gera seg galdandi”,
stendur skrivað fleiri ferðir. Enn eru náttúruvirði ikki greitt lýst í føroyskum høpi, og tað er eisini
galdandi, nú Suðuroyartunnilin skal projekterast. Av somu orsøk er tað ógvuliga avmarkað,
hvussu nógv samfelagsáhugamál verða sett til viks fyri eginvirðið í náttúruni. Føroyska náttúran
er hvørki skrásett ella kortløgd í síni torgreiddu heild. Hetta merkir, at vit bert hava ábendingar
um, hvørji náttúrøki hava ein lyklatýdning fyri fugl, plantur og lívmargfeldi. Náttúran er bert
skrásett í brotum, í spjaddum tíðarskeiðum, og tí kenna vit ikki til støðuna ella gongdina hjá
náttúruni í dag. Uttan hesa neyðugu grundvitanina er torført at seta eitt virði á náttúruna, og tí
endar tað eisini við, at inntriv verða tikin fram um atlit til náttúruna.
Tá umhvørvisárinsmetingar verða gjørdar í dag liggur sostatt eisini ein sera avmarkað
náttúruvitan tøk at nýta sum grundarlag fyri tilmælum og úrslitum av hesi meting. Í Føroyum eru
heldur ikki greiðar, standardiseraðar vegleiðingar, tíðarfreistir ella óheft krøv til, hvussu ein
haldgóð umhvørvisárinsmeting skal gerast. Tað verður ikki lýst, hvørji náttúruvirði verða fyri
ávirkan, hvørji sløg eru viðbrekin, ella hvørji alternativ kunnu minka um árinini. Núverandi
umhvørvismetingar, tá tær eru lógarkravdar (sum enn bert er ísmb. við elveitingarlógina og
havumhvørvisverndarlógina), eru einans støðulýsingar, og enntá tey fáu tilmælini, ið verða
gjørd, eru ikki undir eftirliti – og hava ongar avleiðingar, um tey ikki verða fylgd.
“Neyðugt er at taka hond um umhvørvisárin tíðliga í tilgongdini” stendur eisini í
lógaruppskotinum. Tá spakin eftir øllum at døma longu skal setast í til komandi ár, ber ikki til at siga, at árini eru viðgjørd í góðari tíð.”Tíðliga” var fyri 5 árum síðani, tá verkætlanin fyrstuferð
varð umrødd!


Sáttmálin um lívfrøðiligt margfeldi

Í 1993 samtykti Løgtingið sáttmálan um lívføðiligt margfeldi. Sáttmálin er sera víðfevndur.
Nógvar ásetingar eru í honum, og ein teirra er 2010 málið um at støðga afturgongdini av
lívfrøðiligum margfeldi. Hóast hetta stendur í lógaruppskotinum, at “lógaruppskotið fevnir ikki um
øki, sum eru fevnd av millumtjóðsasáttmálum, ið Føroyar hava skyldu at fylgja”. Ein tílík
verkætlan sum Suðuroyartunnilin fer at føra við sær stórt tap av lívmargfeldi, so uttan mun til um
sáttmálin um lívfrøðiligt margfeldi er ein millumtjóðasáttmáli ella ikki, so eigur lógin at fevna um
hetta.


Dømi úr Noregi

Í lógarbrotinum verður sagt, at “higartil hevur verið bygt eftir norskum reglum, og hesar hava
rímiliga strong krøv til fyribyrgjan av ávirkan á umhvørvið”. Men í Noregi er tað eitt krav, at ein
gjøllig, standardiserað og óheft umhvørvisárinsmeting verður gjørd, áðrenn loyvi verður givið, og
áðrenn staðseting og linjuføring av verkætlanini verður endaliga ásett. Slík meting skal
kortleggja og lýsa náttúruna í økinum – alt frá vistskipanum og djóralívi til jarðfrøði og landslag –
og skal gerast av náttúrufakligum serfrøðingum. Hon skal eisini viðgera møgulig alternativ, og
hvussu byggingin kann skipast fyri at minka um árinini á náttúruna, t.d. við at broyta
linjuføringar, verja búøki hjá fugli, og avmarka seg innan fyri eitt ávíst arbeiðspláss.
Frágreiðingin verður eisini løgd fram til almenna hoyring og er grundarlag undir einum
gjøgnumskygdum loyvi. Um loyvi verður givið, er tað bundið at ítøkiligum og fakliga grundaðum
krøvum, t.d. vernd av vistskipanum og arbeiðsavmarkingum. Verkætlanin verður síðani fylgd av
óheftum eftirliti, sum tryggjar, at verkætlanin heldur seg innan fyri loyvistreytirnar.
Um óneyðugur skaði hendir, hevur byggifelagið skyldu at endurbøta skaðan ella rinda fyri
umvæling. Harumframt skal ein langtíðareftirmeting gerast fyri at fylgja við í, hvussu náttúran
broytist, eftir at verkætlanin er liðug. Hetta er serliga galdandi fyri verkætlanir, sum eru tætt við
friðað øki (eitt nú Mølheyggjar á Sandi). Soleiðis ber eisini til at læra av mistøkunum, sum vórðu
gjørd og tillaga komandi verkætlanir hareftir.


Áheitanir til Føroya Løgting

Tá brotið um avleiðingar á umhvørvið í lógaruppskotinum ikki viðger, hvat
umhvørvisárinsmetingarnar og krøvini ítøkiliga fevna um, kunnu vit loyva okkum at spyrja, um
hesi viðurskifti verða nágreinað, áðrenn triðja viðgerð fer fyri løgtingið mánadagin. Um tey ikki
verða ásett í lóg, kann væntast, at føroyska náttúran enn einaferð má líða og setast til síðis av
inntrivum og “týðandi samfelagsáhugamálum”.
Føroya Løgting hevur ein gyltan møguleika at krevja, at standardiseraðar
umhvørvisárinsmetingar verða mentar og framdar samstundis sum Føroya størsta
byggiverkætlan (í nýggjari tíð) verður sett í verk. Hesar umhvørvisárinsmetingar eiga at verða uppbygdar, so at tær sampakka væl við føroysk umhvørvisviðurskifti og taka hædd fyri
møguligum og ítøkiligum avleiðingum, sum kunnu standast av eini tunnilsbygging og tilhoyrandi
tunnilskervum og vegakervum.


Tí krevja vit, Føroya Umhvørvis- og Náttúrufelag, Føroya Fuglafrøðifelag og Hagafelagið, at
nøktandi fígging verður sett av til hetta arbeiðið, sum vónandi eisini styðjar undir raðfestingini av
grundleggjandi náttúruvitan í Føroyum. Eisini krevja vit, at hesar standardiseraðu
umhvørvisárinsmetingar verða ásettar í lóg í hesi verkætlan og øllum komandi verkætlanum,
sum fara at hava eina ávirkan á náttúruna.
Ein meting, sum er fíggjað og samskipað av pørtum við vinnuligum áhugamálum, kann ikki
metast sum óheft. Vit sóu hetta við Sandoyartunnilinum, har tað varð sagt, at umhvørvisatlit vóru
tikin, men kortini endaðu mýrilendi á Sandi undir gróti. Uttan eina standardiseraða
umhvørvisárinsmeting er úrslitið til dømis eins og vindmylluverkætlanin í Klivaløkshaga á
Sandoynni, har tað m.a. vísti seg, at kanningin ikki hevði tikið atlit til ferðingina hjá fuglunum í
økinum. Við eini slíkari tilgongd er ógjørligt at viga og lýsa árinini á náttúruna í tann mun, sum er
neyðugt, fyri at kunna tryggja, at neyðugu atlitini verða tikin í eini byggiverkætlan sum við
Suðuroyartunnilinum.


Góðkennandi mynduleikin (í hesum føri Umhvørvisstovan) eigur at gera standardiseraðar
vegleiðingar fyri, hvussu ein slík umhvørvisárinsmeting eigur at fara fram og eigur eisini at hava
ábyrgd av, at tær verða gjørdar á einum fakliga góðum og óheftum støði. Hesar vegleiðingar
eiga eisini at laga seg eftir, hvør verkætlanin er. Umhvørvisárinsmetingin og nágreinaðu
umhvørvis-(og náttúruverndar) krøvini eiga at vera lýst, áðrenn verkætlanin fær loyvi at fara í
gongd. Og verða hesi krøv ikki hildin, eigur tað at fáa avleiðingar fyri byggifyritøkuna.
Um standardiseraðar umhvørvisárinsmetingar, sum taka øll neyðugu atlitini, verða lógarkravdar,
verður væntandi minni mótstøða frá almenninginum. Ein umfatandi byggiverkætlan fær eina
betri byrjan, tá politiska skipanin og almenningurin ikki enda úti í einum almennum stríði, og tá
faklig, óheft náttúruvitan liggur til grund fyri verkætlanina. Bert tá kunnu náttúruvirði og
samfelagsáhugamál vigast upp móti hvørjum øðrum, og einans tá ber til at skipa og umsita eina
burðardygga samfelagsmenning, sum tekur atlit til náttúruna.


Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, Føroya Fuglafrøðifelag og Hagafelagið


keldur:
https://lovdata.no/dokument/NL/lov/2009-06-19-100
Naturmangfoldloven §8–12
https://www.miljodirektoratet.no/ansvarsomrader/overvaking-arealplanlegging/arealplanlegging/k
onsekvensutredninger/
https://www.mfu.no/konsekvensutredninger