Ikki minni enn fimm ymisk hegrasløg eru skrásett í Føroyum í Apríl. Fleiri av sløgunum eru avbera sjáldsom í Føroyum.
Í januar fann Bartal G. Simonsen ein ungan nátthegra í viðarlundini í Gundadali. Helst er hesin fuglur komin til landið á heysti 2024 og hevur verið í viðarlundini allan vetur. Nærmastu búpláss eru í Mið- og Suðurevropa og vanliga er slagið í vetrarvist í Afrika.
Við Sandsvatn helt ein silkihegri til í nakrar dagar. Hann sæst mest sum á hvørjum ári í Føroyum. Hesin lítli hvíti hegrin kemur somuleiðis helst úr Mið- ella Suðurevropa.
Í Hvalba fann Rúni Thomsen ein silvurhegra. Hetta er ein stórur hvítur hegri, sum hevur breitt seg nógv norður eftir seinastu árini og eigur nú í t.d. Danmark. Rúni hevur nú funnið 3 út av fimm fuglum, sum eru sæddir í Føroyum. Sami fuglur fleyg seinni til Havnar har hann var at síggja við Hjallatjørn/Hálsatjørn í nakrar dagar.
Ein lítil og vakur kúhegri var fyrst sæddur í Nólsoy og seinni í Havnadali. Nærmastu búpláss eru í Suðurevropa. Fuglurin í Havnadali var í vøkrum summarbúna og helt til við tað stóra neytafjósið.
Seinasta slagið er gráhegrin, sum er regluligur ferðagestur í Føroyum.





Tekstur og myndir: Silas Olofson