
Hvussu nógv ymsik fuglasløg kanst tú finna eftir einum degi? Og hvussu nógv sløg kunnu vit skráseta í øllum ladinum?
Stóri fuglateljingardagurin “Global Big Day” verður hildin tvær ferðir árliga. Fyrst um várið (seinni leygardagur í mai) og einaferð um heystið (seinni leygardagur í oktobur. Í ár verður várteljingin 10 mai.
Øll kunnu vera við, og tað er lætt. Í heimshøpi tóku yvir 39.000 fólk lut í hesum degi í oktobur 2023, og fleiri enn 7700 fuglasløg vóru eygleidd.
Hvussu vita vit tað? Jú, tí at øll sum taka lut í teljingum hendan dag skráseta sínar eygleiðingar í eBird (www.ebird.org).
eBird er ein stórur dátabasi við fuglaeygleiðingum har øll sjálvboðin kunnu leggja sínar teljingar inn.
Her ber til at síggja, hvat fyri fuglasløg eru eygleidd í Føroyum (leinkja her), nær fuglurin sæst í Føroyum og nær hann fer av landinum aftur (leinkja her), fleiri enn 4400 myndir av fuglum úr Føroyum (leinkja her), og fleiri enn 100 ljóðupptøkur av fuglaláti úr Føroyum (leinkja her).
Hví skulu vit eygleiða og telja fugl? Tað er tvær høvuðsorsøkir til hetta:
Fyrsta orsøkin nevna vit fuglafrøi: Tað er ein gleði í at eygleiða fugl, tí teir eru vakrir og nógvir teirra hava yndislig lát, ið gevur eina kenslu av várið og friðsælu. Tað er stuttligt og spennandi at eygleiða atburð teirra, og ikki minst, kann fuglurin geva okkum eina orsøk at fara út í náttúruna og at røra okkum. Bæði tann sálarligi og tann kropsligi parturin er gott fyri okkum og fyri fólkaheilsuna.
Seinna orsøkin nevna vit fuglafrøði: Fuglurin er ein umhvørvisábending fyri støðuna í náttúruni. Tá nógvar eygleiðar savnast á einum stað, skapar tað eitt betur yvirlit yvir fuglastovnarnir í verðini, stovnsrák teirra, og hvussu fólk og veðurlagsbroytingar ávirka fuglin. Vit kunnu fylgja við flytifuglunum: hvussu flyta teir gjøgnum árið, koma teir fyrr ella seinni enn undanfarin ár, ella flyta teir seg longur norðeftir?
HVUSSU KANST TÚ TAKA LUT Í HESUM?
- Skráset teg í eBird. Tað er ókeypis.
- Á degnum, 10 mai, brúkar tú nakrir minuttir at eygleiða fuglin, og skriva niður tal, slag og stað fyri teljingina.
- Skráset eygleiðingarnir í eBird. Um tú nýtir eBird appina, eBird Mobile, kann hetta gerast beinleiðis. Annars kunnu teljingarnar leggjast inn seinni á heimasíðuni www.ebird.org. Um tú hevur tørv á hjálp at áseta fuglaslagið, kann appin Merlin Bird ID nýtast til akkurát tað, antin (i) við einum “Wizard”, har man svarar uppá einkultar spurningar um fuglin; ella (ii) við at taka eina mynd av fuglinum; ella (iii) við at gera eina ljóðupptøku av fuglalátinum.
- Skráset umframt hetta gjarna fuglaeygleiðingar gjøgnum alt árið.
Vóni vit fáa eina frálíkan “Big day”.
Silas Olofson