
Nevndin í Fuglafrøðifelagnum hevur sett Silas Olofson í starv sum nýggjan fyrisitingarstjóra í felagnum. Silas tók við starvinum 1. apríl og starvið er tíðaravmarkað til eitt ár.
Silas er útbúgvin gudfrøðingur, men hevur arbeitt nógv við fuglar og náttúru bæði í útlondum og heima í Føroyum. Hann er millum annað kendur fyri sendingar “Sært tú fuglin”. Tær sendingarnar fara at halda fram og Fuglafrøðifelagið stuðlar sendingunum.
“Starvið hjá Fuglafrøðifelagnum er eitt dreymastarv. Í hesum starvi fái eg av álvara høvi saman við nevndini í Fuglafrøðifelagnum at varpa ljós á føroyska fuglalívið, náttúruna og hvussu vit sama kunnu verja náttúruna”.
Silas Olofson