Úrslit frá Fuglabingo

Til #fuglabingo í ár vóru 33 listar av skrásetingum sendir inn 🐦🦆🤩

Meginparturin av skrásettu luttakarunum vóru ímillum 10-12 ár, og 7 bygdir vóru við i teljingunum. Øll børn og vaksin sum luttóku, hava fyrrapartin í gjár tilsamans talt fleiri hundraðtals fuglar, sum vit nú arbeiða við at telja saman!

Vit takka fyri undirtøkuna, og gleðast um, at børn og vaksin hava nýtt høvi at eygleiða fugl 😊

Vit hava nú drigið lutakast millum tykkara, ið vóru við, og hepni vinnarin av fuglabókini var 11 ára gamla Maria, ið sendi okkum sína teljing úr skúlanum við Gøtugjógv. Maria taldi: 23 starar, 22 likkur, 2 krákur og 2 spurvar.

Vit fara nú at senda henni vinningin, sum er eitt eintak av fuglabókini frá Jens-Kjeld Jensen og Søren Sørensen. Hjartaliga tillukku til Mariu 👏

Niðanfyri eru stabbamyndir av aldursbýtinum og staðabýtinum frá teljingini 😊