Søgan

Fyrstu lunnarnir vóru lagdir longu í 70’unum, tá ið Christer Alstrøm og Aksal Poulsen, báðir við stórum áhuga fyri fugli, stungu høvdini saman og fóru at kjakast um at seta á stovn eitt fuglafrøðifelag. Tað skuldi tó ganga nógv ár, áðrenn hetta gjørdist veruleiki. Teir byrjaðu at hyggja til londini kring okkum at finna íblástur og mannagongdir fyri feløgini har, og settu seg at umseta reglurnar hjá ávíkavist svensku og donsku fuglafeløgunum til føroyskt. Tá hetta arbeiði var liðugt, var gjørt av, at geva felagnum eina roynd. Sett var ein lýsing í Dimmalætting um stovnandi aðalfund, og longu til hendan fyrsta fundin møttu umleið 70 fólk. Við sera góðari undirtøku, var felagið endaliga sett á stovn 1. Mai 1984, undir navninum Føroya Fuglafrøðifelag.