Seinastu vikurnar hevur verið stór innrás av ferðafugli í Føroyum, og serliga er tað eitt slag, sum føroyingar hava sæð nógv av. Talan er um reyðstapa (Bombycilla garrulus), sum við sínum prýðiliga fjaðurbúna og hugnaliga tirlandi láti fjakka í størri og smærri flokkum millum ymsar berjarunnar og trø. Nógvar fráboðanir hava verið úr øllum Føroyum, og tá hann knappliga sæst allastaðni, so koma nógvir spurningar um hendan vakra fuglin.
Reyðstapin kennist lætt aftur. Hann er heldur stórur fyri at vera smáfuglur – á stødd við stara – og er ikki styggur. Um hann finnur eitt gott mið við nógvum berum, sum er yndismatur hansara í vetrarhálvuni, so kanst tú nærkast honum rættiliga nógv, uttan at hann rýmir. Serstøk eyðkennir eru mjúki toppurin á høvdinum, svarta gríman og svarta øsið. Sum heild er kropsliturin grábrúnur, men við gulligari ella knallgulari rond á svørtu velfjaðrunum, og bjart hvítar til knallgular rípur á svarta vonginum. Armflogfjaðrarnir (á innaru helvt av vonginum) enda í longum reyðum stapum, og er tað haðani, at navnið kemur.
Slagið reiðrast eftir lágarktiska kringinum mestsum heilt úr Norðurskandinavia til Nýfundlands, og flytir vanliga suðureftir í vetrarvist. Tað merkir, at hann ikki heldur til í oyggjunum í Norðuratlantshavinum, men tó er vanligt, at teir koma hendan vegin úr Evropeiska meginlandinum við eystanvindinum um heystið; onkuntíð í sera stórum tali. Heystið 2023 tykist vera heilt serligt reyðstapaár!
Fyrsta føroyska skrásetingin av reyðstapa fer heilt aftur til 1850’ini, og Mikkjal á Ryggi hevur eisini teknað fuglin einaferð miðskeiðis í 20. øld, hóast hann ikki hevur lýst hann við orðum. So helst hevur hetta fuglaslagið í ein vissan mun verið kent í Føroyum leingi. Tó eru liviumstøðurnar vorðnar væl betri seinastu áratíggjuni, nú berjarunnar av ymsum slag eru vorðnir vanligir í føroyskum gørðum. Hetta ger, at hóast ætlanin neyvan hevur verið at enda á okkara kørgu oyggjum, so hava reyðstaparnir væl betri møguleika at sunna seg og fáa førning til leiðina aftur um hav.
Vit njóta teirra vitjan og ynskja teimum góða ferð víðari!