Nordiskur BirdLife fundur í Svøríki

Herfyri var nordiskur BirdLife fundur hildin, har umboð úr Danmark, Ísland, Finnland, Norra, Svøríki og Føroyum vóru við. Høvuðsendamálið var at koma saman og tosa um tær avbjóðingar og møguleikar vit hava í felag, og hvussu vit kunnu læra av átøkum og royndum hjá hvørjum øðrum. Hesir fundir verða hildnir regluliga, og er ein góð kelda til inspiratión til okkara arbeiði, og letur upp fyri møguleikum at samstarva um størri verkætlanir tvørtur um londini.

Í ár var BirdLife Sverige vertur, og tey bjóðaðu okkum til vakra Öland. Her fingu vit millum annað høvi at vitja á Ottenby Fågelstation, ið BirdLife Sverige varar av. Ringmerkingarstøðin var stovna í 1946, og hevur síðan lagt dent á at kortleggja broytingarnar í stovnsstøddum hjá ymsu fuglasløgunum, ið koma framvið hesum økinum. Tey hava harumframt gjørt eina digitala illustreraða vegleiðing til at eyðmerkja aldur og kyn á fuglum í skandinavisku londunum. Hetta kallast Ringers’ DigiGuide og finst her.

Ymsu feløgini løgdu fram um tey átøk tey hava havt góðar royndir við, og hvussu tey skipa sítt virksemi. Millum annað, hvussu dentur verður lagdur á at fáa børn og ung áhugaði í fugl og náttúru sum heild. Vit vóru eisini fleiri áhugaverdir fuglatúrar í økinum, umframt ein túr inni á kontórunum og handlinum hjá BirdLife Sverige. Túrurin var sera hugnaligur og væleydnaður, og hevur givið okkum nógv at arbeiða víðari við.

Myndir frá túrinum síggjast her