Fuglafrøðifelagið og Klivaløkshagi

Johan Mortensen hevur hin 31. juli lagt út lesarabræv á vp.fo og in.fo, har hann ynskir sjónarmiðini hjá Fuglafrøðifelagnum til vindmyllulundina í Klivaløkshaga. Fuglafrøðifelagið sendi hin 4. juni inn hoyringsskriv til umhvørvisárinsmetingina fyri Klivaløkshaga til Umhvørvisstovuna, umframt til Sands kommunu og borgarstjóra.

Í stuttum eru hesi tey týdningarmestu punktini:
• Umhvørvisáringsmetingin er ónøktandi, og undirmetir margfeldið av fugli í økinum.
• Klivaløkshagi bæði umskarar og er umgirt av “Important Bird Areas”.
• Føroyar hava bundið seg til Agenda 2021 og 2030 hjá ST (https://hagstova.fo/fo/tidindi/nyggj-heimasida-vid-heimsmalunum og https://sdg.hagstova.fo/ ), men hava gjørt lítið ella einki fyri at røkka teimum náttúrugrundaðu burðardyggu menningarmálunum.
• Føroyar vanta eitt heildaryvirlit yvir náttúruvirðir, ið vísir á, hvørji øki skulu verjast móti útbyggingum, sama um tað er vindmyllulundir ella onnur sløg av útbyggingum.

Alt hoyringsskrivið umframt fylgiskjalið sæst við at trýsta á knøttin niðanfyri

Tilgjørd mynd úr Sandabrekkuni vísir sjey Vestas V117-vindmyllur í einum rað. Mynd lænt frá in.fo