Í hesi verkætlan hava vit ásett 25 øki runt Føroyar til teljingarnir (Fig. 1).
Minst eitt fólk telur og skrásetur fugl í hvørjum av hesum økjum gjøgnum summari. Lagt er upp til, at talt verður 3-4 ferðir á hvørjum ári – runt 15. mai, 15. juni, 15. juli og møguliga 15. august. Hesi dato eru tó bert vegleiðandi, og ikki krav. Tað er upp til hvønn einstakan, hvar á økinum hann telur, og hvussu long hvør teljing skal vera. Verkætlanin leggur seg tó eftir at telja serliga uttangarðsfuglarnir, so sum tjaldur, spógvi, skúgvur, kjógvi, mýrisnípa o.s.fr., og ikki fuglarnir í bygdum økjum. Eitt upsskot til gongda leið kundi tí verið at gingið sær ein túr eftir gomlu varðagøtunum millum bygdirnar. Yvirlit yvir hesar gøtur, longd, torleikastig og tílíkt er at finna á www.bygdagøtur.fo.
Allar teljingar skulu skrásetast beinleiðis í eBird appina, ella skrivast niður á staðnum, og skrásetast á eBird heimasíðuni hareftir. Vegleiðing til appina finst her:
Verkætlanarleiðarin, Diana, kann seta seg í samband við teljarar gjøgnum summari um neyðugt, at leggja lag á, umframt at møguleiki er at fáa svar uppá allar spurningar.