Um verkætlanina

KORTLEGGING AV ÚTBREIÐSLUNI AV LANDFUGLUM VIРE-BIRD APPINI

Grundarlagi fyri verkætlanini er, at tørvur er á at hava eftirlit við og kortleggja fuglastovnarnir í Føroyum, um man skal hava nóg gott grundarlag at seta í verk tiltøk at verja teir. Útbreiðslukort kunnu siga okkum, hvar fuglurin livir og nørist, har teljingar og skrásetingar samstundis kunnu gera okkum klókari uppá støddina av fuglastovnunum vit eiga her í Føroyum. Í løtuni finnast tað eingi skrásett rák og eingi útbreiðslukort fyri fuglastovnarnir á landi í Føroyum. Eitt annað dømi um nýtsluna av eBird dátum er framleiðslan av strikumyndum, ið vísa á, nær á árinum tey ymsu fuglasløgini síggjast í Føroyum (Fig. 1). Almenn atgongd til tílíka dáta vantar í dag.

Fig. 1. Strikumynd við dáta úr Miðvági, har tað sæst nær á árinum summi fuglasløg eru at síggja í hesum øki.

Høvuðsendamálið við hesi verkætlan er tískil, at framleiða útbreiðslukort fyri landfuglin í Føroyum, við møguleika fyri at visa á týdningarmikil fuglaøki. Seinna málið er at kanna, hvussu væl eBird egnar seg sum amboð at eggja vanliga borgaran at skráseta og telja fuglar í Føroyum.

Føroya Fuglafrøðifelag stendur fyri hesi verkætlan, ið strekkur seg yvir trý ár – frá summar 2022 til summar 2025. Teljarir skriva seg upp at telja fyri eitt summar í senn, men hava sjálvandi møguleika at verða við komandi ár eisini. Aftaná hvørt summar verða skrásetingarnar almannakunngjørdar við útbreiðslukortum og tilhoyrandi teksti. Tá ið verkætlanin er liðug, verður ein umfatandi frágreiðing givin út við øllum úrslitum, umframt uppskot til betran av tílíkari verkætlan. Hendan frágreiðing verður almannakunngjørd, so skjótt hon er tøk.