Aðalfundurin hjá Føroya Fuglafrøðifelag verður sunnudagin 6. marts kl 14:00 á Havstovuni, Nóatún 1. Skrá sambært viðtøkum felagsins, umframt framløgur aftaná fundin. Vit bjóða kaffi/te, frukt og køku.
Skráin sær í ár soleiðis út:
Kl. 14:00: Aðalfundur hjá Fuglafrøðifelagnum
Kl. 15.15: Kaffisteðgur
Kl. 15.30: Almennar framløgur
· Diana Krossá Kongsbak: Fuglateljingarverkætlan við eBird
· Jógvan Thomsen: Framløga av nýggjari drúnnhvítabók
· Janus Hansen: Stroyming frá drunnhvítareiðrum í Koltri
· Jón Aldará: Ringmerkingarárið 2021
Ársveitslan, sum vanliga verður hildin sama dag sum aðalfundurin, er í ár útsettur til 23. apríl. Kostnaðurin fyri ársveitsluna er 200 kr, og neyðugt er við tilmelding. Freistin at tekna seg til ársveitsluna er mikudagin 20. apríl. Tilmeldingin kann sendast til teldupost okkara: info@fuglar.fo