- Tiltakið hevur verið.
Aðalfundur og ársveitsla

Góðu limir,
Vit vilja hervið bjóða tykkum til tann altíð hugnaliga aðalfundin hjá Føroya Fuglafrøðifelag leygardagin 9. mars kl 14:00 á Havstovuni, Nóatún 1.
Vit vóna at síggja nógvir limir, nýggir sum gamlir, og vænta, at dagurin verður áhugaverdur og hugnaligur.
Skráin sær soleiðis út:
Kl. 14.00: Aðalfundur
· Frágreiðing frá virki felagsins í farna ári.
· Framløga av roknskapi
· Val av nevndarlimum
· Val av grannskoðarum
· Ásetan av limagjaldi
· Ymiskt
Kl. 14.45: Kaffisteðgur
Kl. 15:00 Almennar framløgur:
· Verður kunngjørt seinni
Eftir aðalfundin verður ársveitsla kl. 19.00. Kostnaðurin fyri ársveitsluna er 200 kr, og neyðugt er við tilmelding. Freistin at tekna seg til ársveitsluna er mikudagin 6. mars á info@fuglar.fo
Við fuglakvøðum,
Føroya Fuglafrøðifelag
