- Tiltakið hevur verið.
October Big Day

Stóri fuglatejingardagurin á heysti “October Big Day” verður nú leygardagin 14. oktobur. Hesin dagur er samstundis “Heimsins flytifugladagur” og partur av ”Global Bird Weekend” (vikuskifti 13-15 oktobur).
Øll kunnu vera við, og tað er lætt. Hendan dagin í fjør tóku nærum 35.000 fólk úr 185 londum lut í Big Day, og fleiri enn 7500 fuglasløg vóru eygleidd. Í Føroyum vóru 53 fuglasløg eygleidd hendan dagin í 2022.
HVUSSU KANST TÚ TAKA LUT Í HESUM?
- Skráset teg í eBird. Tað er ókeypis, og kann gerast her.
- Á degnum, 14 oktobur, brúkar tú nakrir minuttir at eygleiða fuglin, og skriva niður tal, slag og stað fyri teljingina. Tú noyðist ikki at verða serliga fuglakønur ella brúka allan dagin uppá hetta – bara skráset tað sum tú kennir og brúka ta tíðina tú ynskir.
- Skráset eygleiðingarnir í eBird. Um tú nýtir eBird appina, eBird Mobile, kann hetta gerast beinleiðis. Annars kunnu teljingarnar leggjast inn seinni á heimasíðuni www.ebird.org (seinast 17. oktobur fyri at teljingarnar skulu takast uppí hesi úrslit). Um tú hevur tørv á hjálp at áseta fuglaslagi, kann appin Merlin Bird IDnýtast til akkurát tað, antin (i) við einum “Wizard”, har man svarar uppá einkultar spurningar um fuglin; ella (ii) við at taka eina mynd av fuglinum; ella (iii) við at gera eina ljóðupptøku av fuglalátinum.
👇👇 Úrslitini fyri undanfarin ár, umframt nógv onnur dáta, finnast á eBird (www.ebird.org) 👇👇
Hvørji fuglasløg vóru eygleidd í Føroyum hendan dagin í 2022 sæst HER
Øll fuglasløg, ið eru skrásett á eBird úr Føroyum síggjast HER
Nær fuglurin er í Føroyum, og nær hann fer av landinum aftur sæst HER
Fleiri enn 3200 myndir av fuglum úr Føroyum síggjast HER
Fleiri enn 100 ljóðupptøkur av fuglaláti úr Føroyum finnast HER
Í hesum sambandi vilja vit samstundis minna á møguleikan at koma við á árliga Suðuroyartúrin hetta vikuskifti. Les meira um túrin HER
