Rapport GBD, 14. oktobur 2023

Leygardagin hin 14. oktobur var stóri altjóða fuglateljingardagurin, ið er á hvørjum heysti. Dagurin er skipaður av eBird og Cornell universitetinum í USA. Á leið 37.000 fólk úr 195 londum tóku lut hesuferð. Yvir 7500 fuglasløg vóru eygleidd, ið er um 2/3 av øllum heimsins fuglasløgum. Her í Føroyum var veðrið ikki av tí besta, men tó vóru 50 sløg eygleidd av teimum trimum fólkunum, ið sendu inn teirra eygleiðingar hendan dagin. Tað mest sjáldsama slagið var ein Sólerla (Motacilla tschutschensis), ið varð sædd á Viðareiði. Hendan eygleiðing er so sjáldsom, at um hon skal roknast sum almenn, skal hon fyrst góðkennast av ‘Sjældenhedsudvalget’ í Dansk Ornitologisk Forening í Danmark. Hesin fuglur varð eisini sæddur á Viðareiði í einum tíðarskeiði av tveimum til trimum vikum frammanundan. Ein onnur erla, Áarerla, varð eisini eygleidd, tó var hon í Miðvági.

Sum vænta, vóru vanlig fuglasløg sum Stari, Kráka, Æða, Villdunna, Bládúgva, og ymisk másasløg eygleidd kring Føroyar.

Vikuskiftið 13-15. oktobur var harafturat eisini ‘Global Bird Weekend’. Taka vit samanum alt vikuskiftið, økist tal av eygleiddum fuglasløgum til 59. Har í millum var tildømis okkara gamla og vælkenda Høvuðhvít æða (Polysticta stelleri) eygleidd í Sumba. Hetta er sama bøga, ið er eygleidd á veturstíð í Sumba síðan 2015/2016. Bøgan hevur, við øðrum orðum, havt vetursetu í Sumba í minst 9 ár. Tann elsta skrásetta Høvuðhvíta æðan gjørdist minst 23 ára gomul. Vit vóna tí, at hendan bøgan kemur aftur her í nógv ár framyvur! Tær fyrstu eygleiðingarnar á heystið eru mitt í septembur, og tær seinastu á várið eru í endanum av mai mánaða. So frætt man veit, eru bert tveir einstakir fuglar av slagnum Høvuðhvít æða eygleiddir í Føroyum áður. Hetta var í 1994 og 1995/96, tá ið ein ungfuglur varð eygleiddur á Sandi og ein vaksin kallfuglur var eygleiddur í Klaksvík.

Tann høvuðhvíta æðan í Sumba klórar sær um høvdið, og ivast kanska hví hon valdi sær Føroyar til vetrarsetuna

Høvuðhvít æða reiðrast fram við Norður Sibir-sjóvarstrondini og á norðurstrondini av Alaska. Tey týdningarmestu økini fyri vetursetuni er Øst-Finnmark í Norra og norðarlaga á sjóvarstrondini hjá Kolahálvoyggini, Aleutene í Alaska og Kurilene (oyggjabólkurin, ið strekkir seg frá Kamtsjatka-hálvoyggini og niður móti Japan). Eitt annað sjáldsamt slag, sum varð eygleitt, var ein Krúnuhvítur spurvur (Zonotrichia leucophrys), eisini í Sumba. Krúnuhvítur spurvur er eitt norðamerikanskt slag, sum bert er eygleitt í Føroyum tríggjar ferðir áður, hvørjuferð av Silas Olofson. Allar eygleiðingar eru í oktobur (2017, 2022, og nú í 2023). Hetta slag reiðrast í Alaska, norðaliga í Canada og í Rocky Mountains norðaliga í USA. Eisini Krúnuhvítur spurvur er so sjáldsamur í Føroyum, at eygleiðingin fyrst skal góðkennast av ‘Sjældenhedsudvalget’ i Dansk Ornitologisk Forening, áðrenn hon kann roknast sum almenn.

Ikki allastaðni var tað líka lætt at eygleiða fugl hendan dag. Her mynd úr Skálavík.