Silas Olofson skrivar:
Tann 19. til 21. september skipaði Føroya Fuglafrøðifelag fyri vikuskiftistúri til Suðuroynna. Eg havi longu skrivað um fyrsta dagin, so her kemur ein bloggur um næstan og triðja dagin á túrinum.
Summi okkara vóru tíðliga á fótum. Meðan summi vóru eftir í vitapassarahúsinum at gera morgunmat fóru onnur at leita eftir fuglum á Akrabergi. Við hvørt kunnu nógvir flytifuglar síggja á Akrabergi, tí hetta er fyrsta staðið, sum fuglarnir raka við, tá teir koma úr einum landsynningi. Hendan dagin var tó ikki so nógv at síggja.
Vit ótu morgunmat og fóru so til Sumbiar. Veðrið var gott og nógv var at síggja. Vit skrásettu 25 ymisk fuglasløg í bygdini – m.a. fleiri nilksljómarar og notuljómara.

Síðan hildu vit leiðina fram til Fámjin. Bert fáir vaðfuglar og ljómarar vóru at síggja í bygdini, men í dalinum oman fyri bygdina funnu vit tvær ekrugæs. Ekrugás er nýligt skild sundur í sløgini ekrugás og frostmýrigás. Tey líkjast avbera nógv, men langi, mjái hálsurin og liturin á nevinum vísir, at talan er um ekrugás. Hetta er sera sjáldsamt slag í Føroyum og hetta er bert 7. skráseting nakrantíð. Hyrurin var sostatt avbera góður, tá vit hildu leiðina fram.

Vegna regn í Trongisvági hildu vit leiðina fram til Hvalbiar. Vatnið á fløtuni var minkað nógv, og tí var lættari at leita eftir fuglum í mýrilendinum. Eftir at hava leitað eina løtu funnu Ragnar og Bartal ein sjógræling. Hetta er ein vaðfuglur úr Norðuramerika, sum bert er skrásettur 12 ferðir áður í Føroyum. Stuttligt var, at hann gekk saman við vaðstelkinum, sum vit funnu dagin áðrenn.

Løtu seinni var ein ung turtildúgva at síggja. Hon gekk í veltunum og var rættiliga stygg. Men tað eydnaðist at fáa myndir av henni. Eisini vóru reyðgrælingar og kápugrælingar at síggja á fløtuni. Samlað sóu vit 33 ymisk fuglasløg í Hvalba.

Vit koyrdu síðan aftur til Sumbiar, har vit ótu ein góðan døgurða og hugnaðu okkum til út á kvøldið.
Sunnudagin løgdu vit serligan dent á at kanna pláss vit ikki høvdu kannað hinar dagarnar. Í Hovi sóu vit reyðstólpu. Hetta er ein smáfuglur, sum minnir eitt sindur um steinstóplu, men er væl minni. Reyðstólpan sæst á hvørjum ári í Føroyum, men í sera lítlum tali.

Í viðarlundini í Trongisvági sóu vit bæði viðartítling, notuljómara og tríggjar bókígður áðrenn tíðin var komin at fara norð við Smyrli.
Saman um tikið eydnaðist heysttúrurin til Suðuroynna sera væl. Vit sóu hópin av fuglum – bæði vanligum og sjáldsomum – og ikki minst felagsskapurin var avbera góður.
Takk til allar luttakarar fyri ein góðan túr.
Silas Olofson
