
Tann 21. november avmyndaði Guttorm Pállson ein ísmása í Klaksvík. Hann hevur nú verið har í eina viku og sæst fyri tað mesta við Kósavirkið.
Hetta er bert 7. skráseting síðan 1950 í Føroyum. Ísmásin í Klaksvík er ein gamal fuglur. Hann er so snjóhvítur sum hann kann vera og minnir næstan um ein eingil á flogi. Ungir ísmásar hava svartar blettir á veingjunum og dimman lit um høvdið.
Ísmási eigur í Grønlandi, Kanada og í russisku arktisku økjunum. Har byggir hann reiður á berum klettum ella í fjørðum við havísi. Tilgongdin til føði er nógv tengd at ísinum, tí ísmásin livir av fiskarestum, smáfiski, krill og ikki minst av tí, sum hvítabjarnir og onnur ránsdjór lata eftir seg – serliga kóparov. Tí verður ísmásin ofta sæddur í fylgi við hvítabjørnum.
Ísmásastovnurin er minkaður við 80% í arktiskum Kanada og stór minking er eisini staðfest í Svalbard. Slagið verður mett sum hótt. Tað, sum ger ísmásan serliga sárbaran, eru broytingar í veðurlagnum. Tá havísurin minkar ár um ár, minka eisini møguleikarnir hjá fuglinum at finna føði.
Silas Olofson





