- Tiltakið hevur verið.
Vikuskiftistúrur til Suðuroyar
19. september 2025 @ 15:00 - 21. september 2025 @ 17:00
kr350
Vikuskiftið 19.-21. september skipar Fuglafrøðifelagið fyri árliga heysttúrin til Suðuroynna. Gist verður í vitapassarahúsinum á Akrabergi. Pláss er fyri 11 luttakarum, sum gista í húsinum. Eisini ber til at gista aðra staðni í oynni, men og hyggja eftir fugli saman um dagin.
Prísur fyri túrin er 350 kr og tekning fer fram á info@fuglar.fo
Vegna Føroya Fuglafrøðifelag,
Silas Olofson, fyrisitingarstjóri
