- Tiltakið hevur verið.
Ókeypis skeið í eBird
8. mai 2023 @ 18:00 - 9. mai 2023 @ 20:00

í samband við eBird verkætlanina, sum fer í gongd aftur nú, skipar Fuglafrøðifelagið fyri ókeypis skeið í eBird appini og heimasíðuni. Hetta verður mánadagin 8. mai og týsdagin 9. mai í hølum okkara í Bøgøtu 14, Havn. Báðir dagar verður skeiðið frá kl. 19-21.
Á skránni
Mánadag:
- Hvat er eBird?
- Hvussu nýtir man heimasíðuna hjá eBird (ebird.org) at skráseta sínar fuglaeygleiðingar?
Týsdag:
- Nýtsla av eBird-appini at skráseta fugl.
- Merlin-appin: Hjálp at identifisera fugl.
Tilmelding til hesi skeið skulu sendast okkum á info@fuglar.fo í seinasta lag fríggjadagin 5 mai
Minst til, at tit eisini hava møguleika at melda tykkum til eBird verkætlanina (her), og á tann hátt hjálpa okkum at skráseta fugl í Føroyum í summar 🙂
