- Tiltakið hevur verið.
🦅 Fuglabingo 2023 🦉

Hey øll børn og vaksin😊 Komandi týsdag hin 2. mai kl. 10 hevur Fuglafrøðifelagið ‘Fuglabingo’, har øll kunnu vera við uttan at fara útum!
Um tú hevur hug at royna, er tað sera lætt: Far til eitt vindeyga við góðum útsýni kl. 10 hósmorgunin og skriva niður allar teir fuglarnar, sum tú sært í ein hálvan tíma, og hvussu nógvir tú sást av hvørjum. Um har er onkur fuglur, sum tú ikki kennur, so kanst tú royna at lýsa hann í staðin (litur, skap, stødd o.s.fr.).
Far síðani inn á leinkið niðanfyri og skriva teir neyðugu upplýsingarnir um teg. Um tit eru fleiri, so kunnu tit gott gera tað hvør sær. Klikk víðari, og skriva øll fuglasløgini, sum tú ella tit sóu, og hvussu nógvir av hvørjum.
Trýst síðani “Send”, og tú ert við í lutakastinum um ein fuglabók! 🐦
Leinki til skráseting:
https://docs.google.com/forms/d/1HVPV95ex8uKBVi9Ww4jDj7On4m-to67x62hKEYt6qGs/edit
Vegleiðing til vaksin:
https://docs.google.com/document/d/1QHtzq2uNzQdTaGWvbA8FGV8KoK4Wlz_eaX-AsnMrbcM/edit?fbclid=IwAR3tbCYpk0QMuFjxzBhMydmbsGraC7lMFQXyA-GK-qMA4R2PFrq-4FTnDFo
Mynd: Ingilín Didriksen Strøm
