Grágás og veiða

(Heimildin at skjóta grágás verður longd)

Hoyringsskriv frá Føroya Fuglafrøðifelag um mál nr. 25/28459: Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fuglaveiðu v.m.

Orsakað av sera avmarkaðari vitan um stødd, støðu og atburð hjá føroyska grágásastovninum mælir Føroya Fuglafrøðifelag (Fuglafrøðifelagið) staðiliga frá at samtykkja broytingaruppskotið um mál nr. 25/28459: Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fuglaveiðu v.m.

Í viðmerkingum til lógaruppskotið verður skrivað: Føroya Fuglafrøðifelag metti í hoyringarsvari til løgtingslóg nr. 66 frá 5. mai 2021 um broyting í løgtingslóg um fuglaveiðu, at veiðan eftir grágás, uttan ítøkilig prógv upp á at veiðan var burðardygg, ikki samsvaraði við sáttmálarnar um livfrøðiligt margfeldni. Farið er undir fuglateljingar, men tað eru í núverandi løtu bara teljingar fyri 2022-2024, sum eru tøkar. Hetta er ikki nóg nógvar teljingar til, at man kann áseta eina burðardygga veiðu, sum er grundað á ítøkilig prógv.

Føroya Fuglafrøðifelag vil enn eina ferð vísa á, at veiðan ikki er burðardygg uttan haldgóð tøl yvir eitt longri tíðarskeið. Tí vilja vit staðiliga frámæla allari veiðu eftir grágás. Veiðan er ikki í samsvar við Bonn-sáttmálan ella AEWA- og CBD-avtalurnar, sum Føroyar hava tikið undir við. Í almennu viðmerkingunum kapittul 1.1. verður staðfest, at “grágásin skal framvegis kunna nørast í landinum”, men tá skjótingin ikki kann metast sum burðardygg, er hetta í veruleikanum í andsøgn við uppskotið sjálvt.

Nevnast skal aftrat, at føroyska grágásin varð oydd av mannahond miðskeiðis í 19. øld, og ein stovnur hevur síðani ment seg aftur í Føroyum seinastu hálvu øldina. Hendan søguliga vanrøkt av einum av landsins fuglastovnum eigur at liggja fremst í tonkunum, tá tosað verður um at taka av fuglastovnum til fyrimuns fyri menniskjavirksemi.

Grundgevingin fyri at skjóta grágás er, at vinnan er fyri fíggjarligan miss orsaka av, at grágás etur gras av veltum lendi. Ein ítøkilig kanning varð gjørd av Búnaðarstovuni í 2013, har roynt var at máta ávirkanina av grágás á grasvøkstur í bøi (Djurhuus 2013), men Fuglafrøðifelagið metir, at kanningin er ov avmarkað til at liggja sum grundarlag undir einari greiðari niðurstøðu um ávirkan. Haraftrat finst ikki nøkur frágreiðing, sum vísur á, hvussu stórur fíggjarligi missurin er hjá búnaðarvinnuni orsakað av grágás. Tí er trupult at fáa fatan av, hvussu stórur trupulleikin er, og um hann í veruleikanum rættvísgerð ikki-burðardygga skjóting av einum fuglastovni. Ein teljing á sumri 2024 kring stóran part av landinum, sum Tjóðsavnið stóð fyri, vísti at í juni og juli, tá bøur skal hava frið, vóru bert 126 grágæs skrásettar á veltum lendi. Tað var fyrst nakað út í august, at størri nøgdir av grågæs vóru sæddar á veltum lendi. Hetta merkir, at bert eitt sindur yvir 10% av føroysku grágásum (tøl frá novemberteljingum) eru til ampa fyri bøin, sum verður sligin í juli og út í august. Búfuglurin fer út í hagan at reiðrast. Eftir bútíðina er grágásin fjaðursár, og er tá oftast kring vøtn ella á sjónum og ikki á veltum bøi. Sostatt er missurin við mistum grasi lítil í bútíðini á veltum bøi.

Í 2024 vóru sambært haran.fo 6032 harur skotnar og stovnurin er mettur til 15.000 harur. Haran etur lutfalsliga meir gras í miðal enn ein grágás. Tølini frá frá 2022 -2024 av taldum grágásum vísir, at millum 994 og 1133 grágæs eru taldar. Talið av grágásum er sostatt minni enn 7% av harustovninum. Haran hevur sostatt nógvar ferðir størri ávirkan á grøðina enn grágásin. Í kanningini hjá Búnaðarstovuni er hædd ikki tikin fyri ávirkan av haru. Tað tykist sostatt løgið, at eitt innflutt djóraslag sum haran skal sleppa at nørast, meðan eitt vilt og upprunaligt djóraslag sum grágásin skal haldast niðri. Uttan haldgóð tøl fyri grágásastovnin kann ongin veiða eftir grágás metast sum burðardygg.

Sambært tølum frá djóradeildini á Tjóðsavninum ”var samlaða talið av grágás í november 2023 994 í mun til 1128 í 2022. Tað er 88% samanborið við 2022, ella 12% færri grágæs í 2023. Færri bygdir vóru taldar í 2023 enn í 2022 og verður einans hugt eftir teimum 20 bygdunum, sum vóru taldar bæði árini, er talið 86% í mun til í 2022. Eftir øllum at døma ein afturgongd á 14%. Hetta skal tó takast við stórum varsemi, tí her hava vit einans tikið tvey ár við og væntandi sveiggjar hetta talið nakað tí ta eru ikki allar grágæs sum verða taldar.” (Hansen & Aldará 2024).

Hóast vit hava sera avmarkaði tøl, so metir Fuglafrøðifelagið, at tey tølini vit hava, geva orsøk til at banna veiðu eftir grágás. Stovnurin er lítil. Í miðal eru minni ein ein grágás fyri hvønn ferkilometur í Føroyum. Um veiðan kann føra til eina minking uppá 12 % eftir einum ári, so er alneyðugt at steðga hesa veiðu til stovnsmetingar og árin á grágásastovnin eru gjørdar. Eisini skal viðmerkjast, at grágásateljingar í november kunnu snúgva seg um aðrar stovnar enn tær føroysku. Til dømis kunnu grágæs koma úr Íslandi, og av tí at vit ikki kenna lutfallið millum føroyskar búfuglar og flytifuglar úr útlondum, eru tølini heft við stórari óvissu.

Grundað á eygleiðingar hjá limum Fuglafrøðifelagsins er tað ikki óvanligt at koma framá lamskotnar grágæs í Føroyum, og slíkt eigur ikki at koma fyri. Hetta er framvegis ein stórur trupulleiki anno 2026. Í nógvan gásaflokkum síggjast fuglar, har veingirnir hanga. Teir eru nóg byrgir at flúgva, men pínast, tí teir eru lamskotnir. Fuglafrøðifelagið heitir á mynduleikarnar um, at ger munagóð tiltøk fyri, at hetta ikki hendir – og seta mannagongdir í verk, soleiðis at lamskotnar gæs vera fráboðaðar og kunnu skjótast. Eisini ynskir Fuglafrøðifelagið, at veiðifólk fáa undirvísing í, hvussu grágás skal veiðast, so talið av lamskotnum fugli minkar.

Heimildir

Danielsen, J., and L. J. Hansen. 2020. Kanning av føroyska grágásastovninum.

hav.fo/PDF/gasteljing.pdf

Djurhuus, R. 2013. Ávirkan av grágás á grasvøkstur í bønum. http://www.bunadarstovan.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx?File=%2fFiles%2fFiler%2 fBunadarstovan%2fGr%c3%a1g%c3%a6s+mars+2014.pdf

Hansen, L. J., & Aldará J. 2024, Grágás í 2023.

Við fuglakvøðu,

Silas Olofson, hin 29. januar 2026,

vegna Føroya Fuglafrøðifelag

OLYMPUS DIGITAL CAMERA