Fuglaveiða var í gomlum døgum ein týdningarmikil kelda til føði í Føroyum, júst sum í øðrum londum. Veiða er enn eitt ítøkiligt íkast til føði á summum smærri støðum í Føroyum, tó at hon í stóran mun nú á døgum betur kann lýsast sum gomul siðvenja og árstíðarbundið frítíðarítriv.
Orðingin “fuglaveiða” verður her skild í breiðum høpi. Tað inniber nýtslu av vápnum at gera av við fuglar, men eisini ymisk tól og ítrív at taka og savna djór og egg. Eisini tøka av fugli við tí fyri at eyga at hava fuglin (serliga gás og dunnu er íroknað).
Meginreglur
- Burðardygg veiða er meginreglan, ið má fylgjast. Fyri at veiðan skal verða burðardygg mugu tað vera (i) álítandi metingar av gongdini hjá stovninum yvir tíð fyri hvørt veitt slag, og (ii) veiðuhagtøl grundað á tal av veiddum fugli á hvørjum ári.
- Talið av fugli kann skifta frá ári til árs, og broytingarnar kunnu vera ólíkar millum fuglasløgini. Regluligar, skipaðar og álítandi mannagongdir skulu tískil nýtast at fáa til vega góðar metingar av fuglastovnunum og gongdina hjá teimum. Hetta er neyðugt fyri at tryggja burðardygga veiðu. Hetta merkir samstundis, at veiðan skal ikki vera partur í at gera varðveitingarstøðuna hjá sløgum verri og skal ikki darva endurmenning teirra til eina trygga og/ella góða støðu, hvørki nú ella seinni.
- Tá ið tað er viðkomandi, má atlit takast til undirsløg, ið kunnu finnast í Føroyum, í fyrisitingini av fuglaveiðu. Av teimum fuglasløgum, sum kunnu verða veidd eftir fuglaveiðulógini, hava hesi sløg altjóða viðurkend undirsløg: grákráka, ravnur, havhestur, skatumási, fiskimási, likka, rita, lundi, álka, lomvigi, skarvur og grágás.
- Fyri tey fuglasløg, har støðan ella gongdin hjá stovnunum er ókend, skal man vera fyrivarin inntil varðveitingarstøðan er lýst.
- Eingin fuglur skal veiðast, tá ið hann hevur egg ella pisur. Siðbundna veiðan við fleygistong eftir lunda er í ávísan mun hóskilig um stovnurin er burðardygt støðugur ella vaksandi.
- Byrsuveiða eigur at vera gjørd við blýfríum lóðri.
- Eingin villur fuglur skal takast í varðveitslu. Einastu undantøk eru skaddur fuglur, meðan hann verður røktur (í dagar ella vikur), ella tá ringmerkt verður (her er fuglurin sleptur eftir stuttari tíð).
Avmarkingar av veiðu
Veiðubann eigur at vera sett í verk í fylgjandi støðum:
- Nørandi stovnurin er lítil, hvørt fuglaslagið reiðrast í Føroyum ella aðrastaðni, ella støðan hjá slagnum í Føroyum setur fuglin á føroyska ella altjóða reyðlistar.
- Nørandi stovnurin er í støðugari minking, og slagið er skrásett sum ‘Sera hótt’ ella ‘Hótt’ á føroyska ella altjóða reyðlistum, ella um dagførdar stovnsmetingar vísa á stóra hóttan fyri slagið.
- Bann, sum er galdandi alt árið, fyri byrsuveiðu í ella nærhendis kenda bølinum hjá fuglinum.
Kvotur og/ella líknandi avmarkingar eiga at vera settar í verk í fylgjandi støðum:
- Nørandi stovnurin er í minking, men er enn stórur, og slagið er skrásett sum ‘Viðbrekið’ ella ‘Nærum hótt’ á føroyska ella altjóða reyðlistum, ella um dagførdar stovnsmetingar vísa á at slagið er hótt.
Ræning av eggum
Sum grundregla vilja vit mæla ímóti tøku av eggum, sostatt at fuglurin fær bestan møguleika at fostra so nógvar pisar sum gjørligt.
Fuglur við vetrarvist í Føroyum
Fleiri av fuglasløgunum, ið verða veidd, eru heilt ella partvíst flytifuglasløg, sum lundi, álka, lomvigi, súla og grágás. Fuglarnir, ið reiðrast í Føroyum, kunnu flyta av økinum um síðsummarið/heystið, meðan fuglar, ið reiðrast aðrastaðni, kunnu koma á økið. Tískil er tað ikki neyðturviliga føroyskur búfuglur, ið verður veiddur seint á heystið og um veturin. Støðan í landinum har veiddu fuglarnir við vetrarvist í Føroyum nørast, skal viga tungt í avgerðini, tá ið veiðuloyvi verða givin, og helst skulu avtalur gerast um fuglaveiðu við viðkomandi land ella lond. Tað vildi tí verið ein stórur fyrimunur at fingið til vega betur yvirlit yvir, hvussu fuglarnir við vetrarvist í Føroyum ella í føroyskum sjógvi, eru býttir við grannalond okkara.
Umsitingarætlan fyri fuglasløg
Reyðlistin fyri Føroyar eigur at verða dagførdur javnan, til dømis fimta til sjeynda hvørt ár.
Umsitingarætlanir eiga at vera gjørdar fyri øll veidd sløg, og serliga fyri fuglasløg har avmarkingar av veiðu eru galdandi, ella helst skuldu verið galdandi, sambært støðuni á føroyska og altjóða reyðlistum og stovnum. Umsitingarætlanir skuldu eisini verið gjørdar fyri øll sløg (eisini sløg sum ikki verða veidd), ið eru á teimum trimum mest hóttu bólkingunum (sera hótt, hótt, viðbrekið) á føroyska reyðlistanum. Hetta eigur at verða gjørt fyri at finna best møguliga verju fyri hesi sløg.
Umsitingarætlanin eigur at fevna um:
(i) eina skipan til innsavnan av dáta, so sum:
– skipaðar fuglateljingar og stovnsmetingar,
– veiðuhagtøl fyri veiðibæran fugl,
– metingar av tilvildarligum svinni orsaka av fiskiskapi ella øðrum menniskjaligum virksemi ella undirstøðukervi so sum vindmyllulundir,
og
(ii) umsitingargerðir, so sum:
– meting av stovnshóttanum,
– varðveitsluætlanir, herundir friðing ella onnur tiltøk fyri virðismikil økir,
– tví- ella fleirparta semjur millum tjóðir um veiðuavmarkingar,
– tví- ella fleirparta semjur millum tjóðir um umsiting av økjum, ið tørvur er á til reiðran, flyting og vetrarvist fyri flytifuglar, ið eru nevndir á teimum trimum mest hóttu bólkingunum á føroyska reyðlistanum,
– stig av veiðuavmarkingum alt eftir stovnsstødd og gongdini á stovninum.
