- Tiltakið hevur verið.
Aðalfundur hin 15. mars
15. mars 2025 @ 14:00 - 17:00

Tann altíð hugnaligi aðalfundurin hjá Føroya Fuglafrøðifelag verður í ár hildin leygardagin hin 15. mars kl 14:00 á Havstovuni, Nóatún 1.
Vit vóna at síggja nógvir limir, nýggir sum gamlir, og vænta, at dagurin verður áhugaverdur og hugnaligur.
Skráin sær soleiðis út:
Kl. 14.00: Aðalfundur
· Frágreiðing frá virki felagsins í farna ári.
· Framløga av roknskapi
· Val av nevndarlimum
· Val av grannskoðarum
· Ásetan av limagjaldi
· Ymiskt
Kl. 14.45: Kaffisteðgur
Kl. 15:00 Almennar framløgur: Verður kunngjørt seinni
Á aðalfundinum verður tann strategi og arbeiðsætlan, ið nevndin hevur lagt fyri árini 2025-2027 lagt upp til góðkenningar.
Mál til aðalfundin skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 9. mars.
